Krákur eru flúgvandi rottur

Tey flestu hava helst lagt til merkis, at sera nógvar krákur hava verið at síggja seinastu tíðina, bæði fram við vegnum og inni í bygdum og býum. Sambært Jens-Kjeld Jensen er tað als ikki løgi

Krákan er støðufuglur og hevur verið í Føroyum, so leingi mann veit um. Seinast krákurnar vóru taldar – tað var í 1981 – vóru 1500 pør í Føroyum. Tað, sum undrar, er, at krákan er vorðin so fjølment seinastu tíðina.

Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá Jens-Kjeld Jensen, sum er ornitologur.

- Tað eru heilt víst fleiri krákur nú, enn tað hava verið fyrr. Tað eru tvær avgerandi orsøkir til at krákan er vorðin so fjølment. Vetrarnir eru vorðnir nógv mildari enn teir vóru fyrr, og ongin skjýtur krákur í dag. Tað hava ikki verið ordiligir vetrar síðan seinast í sjeytiárunum og tað hevur við sær, at øll spurvasløg, sum krákan eisini hoyrir undir, hava fingið tað betur í Føroyum. Eisini var tað soleiðis fyrr, at um ein kráka varð sædd í eini bygd varð hon skotin, fortelur Jens-Kjeld Jensen.


Duga væl at umstilla seg

Ein annar stórur fyrimunur hjá krákuni er, at hon dugir so væl at umstilla seg og at fáa tað besta burturúr givnu fyritreytunum.

- Eg fari ikki at samanbera krákur við rottur, men á onkran hátt líkjast tær. Bæði djórasløgini duga at fáa tað mesta burturúr ongum, og tað er høvuðsorsøkin til, at krákan klárar seg so væl. Fyrr var tað mest kring ruskplássini og úti í haganum, at krákurnar hildu til, men hon er vorðin alsamt tamari, tí fólk ikki skjóta tær longur og tí leita tær sær meiri í bygd øki, har nokk av føði er. tað er helst høvuðsorsøkin til, at stovnurin er vaksin so nógv, greiðir Jens-Kjeld Jensen frá.


Likkustovnurin minkaður

Nógv kundu hugsa sær, at ein av orsøkunum til, at krákan er so sjónlig í dag, er, at hon hevur tikið yvir frá likkuni og jaga hana burtur frá føðini, men soleiðis er tað ikki.

- Likka og kráka eta ikki tað sama, og tí hava fuglasløgini í veruleikanum onki við hvørt annað at gera. Veruliga orsøkin til, at likkan er fækkað so nógv, er, at flakavirkini eru færri í dag. Samstundis sum tey, ið eru til, hava alsamt minni lívrunnið burturkast kring virkið, sigur ornitologurin í Nólsoy, sum eisini hevur lagt til merkis at likkurnar, ið fyrr fingu tveir ella tríggjar ungar, í dag bara fáa ein. Orsøkin til tess er helst vantandi føði.