Kráka lívgar best um unga sín

Hjalmar N. Poulsen

Okkara »fyrimyndarligi« forsprákari innan lógarverkið, fyrrverandi politistur og sýslumaður í farloyvi, breyt ferðslulógina við at renna á ein annan bil aftan á at hava koyrt yvir hávatenn og harvið brotið treytaðu víkiskildu sína, »gloymdi« at boða løgregluni frá óhepna tilburðinum. Hetta er sera mannminkandi, og tað er undir alt lágmark, at hann aftan á hetta skal hava fingið sersømdir, tá eftirfylgjandi rættarsøkn fór fram. Hevði tað verið onkur annar talan var um, hevði slíkt aldri komið fyri. Viðkomandi framferð er sera illoyal fyri almenningin sum heild og mannminkandi fyri fútagreipuna, so tað forslær. Og sigast kann við góðari samvitsku, at slíkt sanniliga luktar av hákorruptión. Men kráka lívgar best um unga sín - og soleiðis verður ofta tikið til.