Tað var ein kráka, sum var orsøkin til at tey í Hvalba og í Sandvík mistu streymin í gjáar, og aftur í dag.
Í gjár mistu tey streymin, men tá var hann ikki ikki vekk so leingi.
Tá eydnaðist ikki at finna feilin, men síðani er hann funnin, og tí varð streymurin tikin eina løtu í morgun ímeðan brekið varð umvælt.
Á Sev siga tey, at mangan er tað lættari sagt enn gjørt at finna slíkar feilir á einum so longum strekki, sum hesum, tí tað eru heilir 180 pelar at kanna.
Men í dag var tað so heppið, at ein elektrikari var farin ein túr og hevði varnast at okkurt var ikki sum tað skuldi í einum ávísum pela og hann segði so Sev frá.
Og rætt var, tað var í hesum pelanum, at feilurin var. Og feilurin var, at ein kráka hevði drigið ein gamlan stiktráð upp í pelan og tað hevði elvt til skammlop.
Á Sev siga tey, at styttri streymslit eru ikki óvanlig hesa tíðina. Og ofta er orsøkin, at krákur byggja sær reiður í pelunum hjá Sev og at tað elvir til skammlop.
##med2##
Krákurnar draga ymiskt tilfar upp í pelarnar at byggja sær reiður, og tilfarið tey brúka er mangan stiktráður, sum liggur leysur, og spreingileiðingar, sum liggja og flóta ymsastaðni í sambandi við grótbrot og havnaútbyggingar.
Á Sev í Suðuroy siga tey, at tey vita nøkunlunda, hvar krákurnar halda til og fáa tikið tilfarið burtur so hvørt, men hesa fer var tað so ikki eydnast.
Myndirnar hevur Otto West á Sev í Suðuroy, tikið.












