Í fyrsta undanumfari í europeisku kappingini vann íslendska KR samantalt 8-2 á ÍF. Í 2. umfari er mótstøðan væl størri, og undan hóskvøldinum varð roknað við, at slovakiska Zilina fór at vera ivaleysa stórur biti og tað av røttum, tí í fjør luttók hetta liðið í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini.
Men KR stóð seg ógvuliga væl á heimavølli. Úrslitið var 3-0, og nú skal slovakiska liðið rættuliga taka seg saman, um tað skal halda fram í kappingini. Seinni dysturin verður í Slovakia hóskvøldið í næstu viku.
Liðformaðurin Bjarni Gudjónsson setti hol á eftir 25 minuttir, Viktor Bjarki Arnarsson økti til 2-0 seks minuttir eftir steðgin, og fýra minuttir seinni staðfesti Kjartan Henry Finnbogason rimmar sigurin við brotssparki.
Fyri einari viku síðani megnaði NSÍ málleysan javnleik á Svangaskarði ímóti Fulham. Eingilska liðið helt tó fram í kappingini, tí úrslitið í London var 3-0 til Fulham. Hóskvøldið var Fulham í Belfast, har enska liðið vann 3-1 á Crusaiders. Tískil tykist talan fara at verða um avgreiðslusøk, tá ið norðurírska liðið um eina viku fer at vitja í London.










