Krógvaðir Kárar

Formaður Sjálv­stýr­is­floks­ins, Kári á Rógvi, er kendur fyri at finna upp á so mangt løg­­ið og siga so mangt løg­ið.

Hann hevur eitt sagt nógv niðrandi um for­sæt­is­ráð­har­r­an, Lars Løkke Ras­mussen, hann hev­ur spei­rik­ið týsk­ar u­m­hvørv­is­ak­ti­vist­ar við døkku fortíð Týsk­lands.
Men tað síðsta avrikið í so máta var, tá hann hós­kvøl­d­ið brill­ierari við síni fráveru, tá Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in var í andgletti í Sjón­varp­i­num­.
Með­an Kári Post ikki tímir at stilla upptil fólk­a­tings­val, so tímir Kári á Rógvi ikki at møta upp.
Í staðin vórðu sendir tveir as­pir­ant­ar hjá Kára á Rógvi.
Spurningurin er, um velj­ar­in heldur ikki tímir – at velja Sjálv­stýr­is­flokkin?