- Eg og børnini halda nýggjár heima í Sandagerði saman við familju, vinum og grannum. Tað er vanliga sera hugnaligt. Vit kynda bál á sandinum, og fólk koma á gátt.
Tað sigur Katrin Kallsberg, lækni og løgtingskvinna.
- Í ár havi eg vakt á LS, so kanska verður ein partur av tíðini brúkt har, men hvat kann vera meiri lívsjáttandi enn nýføddur barnagrátur? So, eg vóni og vænti, at løtan, tá vit fara inn í 2017, verður góð.
Katrin Kallsberg sigur, at teimum dámar væl fýrverk, og sjálvandi keypa tey fýrverkið frá AB, so tey samstundis kunnu stuðla lokala felagnum.
- Soninum dámar sera væl at skjóta, og vit eru samd um, at tær stóru rakettirnar eru best! So, hóast eg haldi tað ikki vera heilt í tráð við javnstøðulógina, so keypa vit altíð teir sokallaðu "pápapakkarnar" - og so eyka 'heksahyl".
Læknin og løgtingskvinnan heldur, at nógvar stórar hendingar hava verið í árinum sum fer.
- Skal eg taka onkrar burtur úr, má tað á politiska økinum vera løtan, tá løgtingið samtykti broytingarnar í hjúnarbandslógini. Hetta mál fylti sera nógv í arbeiðnum hjá mær sum forkvinna í trivnaðarnevndini, og eg var fegin um at vera ein av teimum, sum arbeiddi og atkvøddu fyri!
Katrin Kallsberg sigur, at ein onnur sera stór og rørandi løta, var ólavsøkudag i Havnar kirkju - at sita har sum fólkavalt umboð.
Men, hvat keðiligt hevur so verið í 2016, sum løgtingskvinnan minnist aftur á?
- Árið 2016 var fullt av góðum løtum, men ikki slepst undan, at støðan í heiminum gevur orsøk til stúran. Serliga ávirkaði støðan í Sýria og serliga í Aleppo meg. Sjálv var eg við læknum uttan landamørk í Srebrenica í 1995. Tað var ógvusligt at uppliva, hvat kríggj ger við fólk.
Katrin Kallsberg sigur, at eftir fólkadrápið í Srebrenica vónaði hon, at tílíkt ikki hendir aftur, men nú gott 20 ár seinni síggja vit støðuna í Sýria. Hetta er so sera ólukkiligt - fyri at siga tað milt.
- Eg havi nógvar ætlanir fyri 2017. Á politiska økinum er tað serliga heilsunýskipanin sum fyllir, og eg vil gera mítt til, at vit fáa eina góða og varandi loysn á avbjóðingunum á heilsuøkinum. Annars verður dótturin fermd í apríl, og tað gleða vit okkum sera nógv til, sigur læknin og løgtingskvinnan.