Krígssavnið í Miðvági letur upp

Leygardagin 2. mai letur nýggja Krígssavnið í Miðvági upp fyri almenninginum. Nýggja Krígssavnið á Leitisvegi 58 í Miðvági letur upp fyri almenninginum leygardagin 2. mai kl. 14. Savnið lýsir tað árinið Seinni Heimsbardagi hevði á føroyska samfelagið.

Bretar høvdu Føroyar hersettar í árunum 1940 - 1945. Hesi árini vóru viðurskiftini í Føroyum heilt ørðvísi enn vanligt.

Brádliga var krígsstøða í annars so friðarliga Føroya landi. Túsundtals bretskir hermenn komu í land her og í Vágum var næstan sjáldsamt at møta einum føroyingi, sum onkur tók til.

Týsk flogfør skutu og sleptu bumbur ymsastaðni í landinum og á sjónum vóru skip okkara í stórum vanda av flogførum, minum og kavbátum. Bretar bygdu nógvar barakkir, nógv ymisk hús, vegir, flúgvarabeding og flogvøll. Føroyar hava enn góða nyttu av ymiskum ið bretar bygdu.

Á Krígssavninum eru áhugaverdir lutir, myndir og frágreiðingar ið geva teimun vitjandi eitt forvitnisligt og læruríkt minni um hesa serstaku tíð í Føroyum.

Savnið fer at hava opið alt árið: Vanligar dagar kl. 10-12 og 14-16, leygardag, sunnudag og aðrar frídagar kl. 14-17. Annars eftir avtalu.