Í samband við at Krígssavnið nú er opið fyri almenninginum, var almenn móttøka á Krígssavninum, sum heldur til á Leitisvegi 58 í Miðvági. Nógv fólk var komið til móttøkuna. Formaðurin í nevndini fyri Krígssavnið, Karl Jóhan Nielsen, bjóðaði vælkomin og segði frá um arbeiðið, ið er gjørt fyri, at hetta skuldi bera til. Eisini tosaði hann um krígsárini.
Sørvágs Tónleikarafelag setti dám á við horntónleiki. - seinni verða fleiri myndir frá móttøkuni lagdar á heimasíðuna.
Á Krígssavninum eru áhugaverdir lutir, myndir og frágreiðingar ið geva teimun vitjandi eitt forvitnisligt og læruríkt minni um hesa serstaku tíð í Føroyum.
Savnið fer at hava opið alt árið:
Vanligar dagar kl. 10-12 og 14-16
Ley., Sun. og aðrar frídagar kl. 14-17.
Annars eftir avtalu.