Krígshóttan viðkemur ikki føroyingum

Vit skulu onga almenna meining hava um eitt møguligt álop á Irak, fyrr enn hernaðarsamtyktin er broytt, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður, sum fær stuðul frá løgtinginum. Hann viðgongur, at løgtingsins hernaðarsamtykt er eitt politiskt skálkaskjól, og tí noyðast føroyingar at taka virknan lut í altjóða verjupolitikki. NATO er svarið

KRÍGSHÓTTAN

? Sjálvandi havi eg ein støðu sjálvur, men sum Føroya løgmaður havi eg onki við hatta málið at gera, sigur Anfinn Kallsberg løgmaður.
Heimurin stendur á gáttini til eitt kríggj, ið kann breiða seg. 100.000 hermenn standa á markinum til Irak, og USA streingir á at fáa vesturheimin at styðja eitt álop á einaræðisstýrið hjá Saddam Hussain. Fleiri lond í Sameindu tjóðum muta ímóti, teirra millum Týskland og Frakland, og stórar mótmælisgongur taka til orðanna ímóti krígnum.
Eitt kríggj elvir til ófatiligar líðingar fyri fólkið í Irak, og vit sleppa illa undan at taka støðu til, um tað er ein neyðugur prísur at gjalda fyri eitt demokrati, sum USA vil seta í verk.
Í Føroyum er kvirt. Almennu Føroyar taka ikki støðu, hóast vit óbeinleiðis eru partur av vesturlendsku samgonguni, og NATO leingi hevur havt sín fót á føroyskari jørð.

Eitt skálkaskjól
Føroya løgting hevur samtykt, at Føroyar skulu halda seg uttan fyri allar ósemjur millum lond, og tí fær løgmaður ikki givið sína støðu til kennar, sigur hann.
? Eg kann ikki sum Føroya løgmaður, ið er innsettur av Føroya løgtingi, ganga ímóti samtyktum hjá løgtinginum, og tí kann eg hvørki geva mín stuðul ella tala at, sigur Anfinn Kallsberg.
Tað ljóðar sum eitt skálkaskjól, viðgongur løgmaður, tí tað ber ikki til at vera uttanveltaður, tá grundleggjandi virði standa upp á spæl og eitt fólk stendur fyri ófatiligum líðingum í einum kríggi.
? Kanska er tað at rópa seg uttanveltað ein lættur máti hjá føroyingum at sleppa undan at taka eina støðu. Tað er ein holdningur, sum ikki heldur í longdini, tí vit sleppa helst ikki undan at vera drigin uppí onkursvegna. Vit noyðast at fara aktivt inn í slík mál, og tað krevur, at allir flokkar viðgera hernaðarmálið av nýggjum, og at løgtingið samtykkir ein nýggjan leist at arbeiða út frá. Men Føroya løgmaður kann ikki av sínum eintingum fara út í eitt slíkt kjak um uttanríkispolitisk mál, fyrr enn vit hava ein politikk á økinum, sigur Anfinn Kallsberg.

Ongan lúður
Nøkunlunda somu støðu sum løgmaður hevur Hergeir Nielsen, formaður í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.
? Almennu Føroyar hava ongi rættindi í uttanríkispolitikki og hava tískil ongan lúður at blása í. Sitandi samgonga hevur sett sær fyri at reka vanligan uttanríkispolitikk, men enn hava vit onga heimild at gera vart við okkum í uttanríkispolitikki, segði Hergeir Nielsen í sendingini Fokus hjá Sjónvarpi Føroya týsdagin.
Á løgtingi vísir tað seg, at okkara fólkavaldu tingmenn ikki tosa um krígshóttanina, og hóast teir hava møguleika at seta fyrispurningar og reisa kjak, verður málið ikki tikið upp á tungu eins og í øllum okkara grannalondum. Hergeir Nielsen heldur tað vera av tí einføldu orsøk, at føroyingar ikki umsita hetta økið.

Upp í NATO
Løgmaður hevur sett sær fyri at broyta hernaðarsamtyktina á Føroya løgtingi. Í fyrstu atløgu hevur samgongan samtykt, at Føroyar skulu hava innlit, ábyrgd og avgerðarrætt í øll hernaðarpolitisk viðurskifti. Næsta stigið verður at knýta Føroyar beinleiðis upp í eitt samstarv, sum byggir á vesturlendskan verjupolitikk.
? Vit hava avgjørt, at vit á ongan hátt skulu vera ein bági fyri okkara grannar, og allir okkara nærmastu grannar eru jú partar av einum verjusamtaki. Tað er heilt greitt, at vit eisini frá føroyskari síðu kenna okkum sum part av vesturheiminum og hava NATO á okkara jørð, og tí er ikki so langt til eitt samstarv, sigur Anfinn Kallsberg.
Í løtuni er ósemja í NATO, um kríggj er ein neyðugur prísur at fáa bilbugt við Saddam Hussain. Men løgmaður vil ikki siga, hvønn hann styðjar, fyrr enn Føroyar eru vorðnar ein virkin partur av altjóða samfelagnum. Helst NATO.