Krígsbrotsverk men ikki hópmorð

UTTAN ÚR HEIMI: Ísraelski herurin framdi krígsbrotsverk í flóttafólkaleguni Jenin, men einki bendir á nakað hópmorð, sigur mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch.

MIÐEYSTUR

Amerikanski mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch hevur seinastu dagarnar kannað viðurskiftini í Jenin, og í einari frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár, sigur felagsskapurin, at eingi tekin eru til, at ísraelsmenn framdu hópmorð í flóttafólkaleguni, soleiðis sum palestinar vilja vera við.

Hinvegin staðfestir felagsskapurin, at ísraelsku hermenninir gjørdu seg sekar í krígsbrotsverki, tá teir hersettu leguna.

Í frágreiðingini sigur Human Rights Watch seg hava funnið líkini av 52 palestinum. 30 teirra vóru menn, sum bardust ímóti ísraelska herinum, og hini 20 vóru sivilfólk. Hetta samsvarar ikki við tað, sum ísraelska stjórnin hevur sagt. Stjórnin sigur, at av teimum 52 palestinunum, sum doyðu í Jenin, vóru sjey sivilfólk.

Human Rights Watch nevnir í frágreiðingini nøkur dømi um tað, sum felagsskapurin kallar krígsbrotsverk. M. a. verður sagt, at ísraelsku hermenninir skutu ein særdan palestina fleiri tímar aftan á, at teir høvdu tikið vápnini frá honum. Eisini verður sagt, at ein ísraelskir hermenn skutu ein 14 ára gamlan drong, sum var á veg til handils. Í einum øðrum føri skutu ísraelsmenninir ein 57 ára gamlan mann, sum sat í rullistóli. Aftaná koyrdi ein ísraelskur stríðsvognur á mannin.

Talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Olivier Rafowicz, avsannaði í gjár tað, sum amerikanski mannarættindafelagsskapurin sigur. Talsmaðurin vildi vera við, at palestinararnir nýttu sivilfólk sum skjøldur í bardøgunum við teir ísraelsku hermeninar.
Danny Ayalon, ráðgevi hjá Ariel Sharon, forsætisráðharra, vísti eisini frágreiðingini hjá Human Rights Watch frá sær.
? Hetta var eitt krígsøki, sum var fult av bumbufellum og spreingievnum, segði Danny Ayalon í gjár.

Palestinski leiðarin, Yasser Arafat, hevur kallað Jenin tað nýggja Stalingrad.
ST-aðalskrivarin gjørdi hósdagin av at upploysa nevndina, sum skuldi kanna, hvat veruliga hendi í Jenin. Hann grundaði avgerðina á vantandi ísraelskan samstarvsvilja.