Franska løgreglan hevur tikið ein mann, sum var yvirmaður í herinum í Rwanda, tá fólkadrápið var har í 1994. Fronsku myndugleikarnir siga, at tann nú 53 ára gamli Marel Bivugabagabo er á listanum við nøvnum á monnum, sum flýddu úr Rwanda aftan á fólkadrápið, og sum síðani hava verið eftirlýstir kring allan heimin ígjøgnum Interpol. 93 nøvn eru á hesum listanum. Marel Bivugabagabo varð tikin í franska býnum Toulouse herfyri, og hann hevur sitið í fronskum varðhaldi síðani.










