Krígsbrotsmaður fekk 27 ára fongsul

Fyrrverandi serbiski løgreglugeneralurin Vlastimir Djordjevic varð í dag dømdur 27 ára fongsul fyri dráp, forfylging og burturflytingar ímóti albanska fólkinum í Kosovo undir borgarakrígnum har.

-Tú verður dømdur 27 ára fongsul, segði Kevin Parker, dómari í Altjóða Krígsbrotsmannadómstólinum fyri gamla Jugoslavia, tá hann feldi dómin.

Djordjevic varð millum annað ákærdur fyri at hava kávað útyvir, at fleiri túsund etniskir albanar í Kosovo vórðu fyribeindir í 1998 og í 1999. Kosovo var serbiskur landspartur, men skipaði seg sum sjálvstøðugt ríki í 2008.