Krígsárini á Bókasavninum í Leirvík

Tiltak

Í annaðkvøld skipar bókasavnsnevndin hjá Leirvíkar kommunu fyri einum áhugaverdum tiltaki í stovu 5 í Leirvíkar skúla.
Á hugnaløtuni fara Arni Vatnhamar og Eirikur Justinussen at hugleiða um lívsleiðina við serligum atliti til krígsárini, 1940-1945.
Hetta verður ein hugnaløta, har Monica Stauss Joensen og Jóannes Joensen eisini fara at spæla tónleik í steðginum.
Í sambandi við tiltakið verður eisini ein drekkamunnur at fáa.
Tiltakið í Leirvíkar skúla byrjar klokkan 20, og øll eru vælkomin.