Ashley Young, Phil Jones og Gary Cahill, eru heitastu ensku nøvnini í løtuni, sum Manchester United, Manchester City, Arsenal, Liverpool og Tottenham berjast um í løtuni.
Framhaldssøgan um Ashley Young heldur fram. Sáttmálin hjá Aston Villa liðskiparinum gongur út komandi ár og tað tykist greitt, at hann ætlar sær at skifta. Tað eru serliga Manchester United og Liverpool, ið hava verið eftir honum. Tað hevur fyrr ljóðað, at hann hevur verið tætt upp á eitt skifti til Liverpool, men sigur The Sun, at hann Manchester United helst fer avstað við honum fyri beint undir 150 milliónir krónur.
Blackburn miðverjin, tann bara 19-ára gamli Phil Jones, hevur við fleiri sannførandi avrikum í Premier League vakt ans millum stóru liðini. Í dag ljóðar, at Manchester United liggur best fyri at tryggja sær enska U-21 landsliðsleikarin fyri áleið 150 milliónir. Eisini Manchetser City, Liverpool, Arsenal og Tottenham java víst áhuga fyri sterka verjuleikarinum, skrivar Daily Mirror.
Bolton hevur gjørt bæði Arsenal og Manchester City greitt, at tey skulu av við minst 150 minniónir krónur um tey ætla sær enska miðverjan, Gary Cahill. 25-ára gamli miðverjin er so smátt við at sleppa framat á enska landsliðnum, men tað er bara blivið til tríggjar dystir enn.
The Guardian skrivar, at Liverpool ætla sær Blackpool liðskiparin, Charlie Adam, fyri góðar 70 milliónir krónur, meðan Daily Telegraph skrivar at Liverpool eisini eru áhugaðir í Aston Villa miðvallarinum, Stewart Downing.
Daily Mirror veit eisini at siga, at Barcelona, Chelsea og Manchetser United øll hava eyguni eftir 22-ára gamla Udinese leikarinum, Alexis Sanchez. Prísurin táttar í 300 milliónir krónur fyri framrættaða mannin úr Kili.
Fulham hevur sett Martin Jol sm venjara og hann vil hava fyrrverandi Newcastle venjarin, Chris Hughton, sum hjálparvenjara, skrivar Daily Telegraph.
Aston Villa leitar eftir nýggjum venjara, nú heilsustøðan hjá Gerard Houllier er so ring, at hann er frítikin fyri venjarastarvinum. Randy Lerner, sum eigur Aston Villa, er sambært Daily Mirror í holt við at finna ein avloysara. Valið sigst standa millum Rafael Benitez, Mark Hughes og Steve McClaren.