Lýs er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn.
Gigni – Heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya hava nú í fleiri ár samstarvað um at fyribyrgja og basa lús. Afturvendandi átakið nevnist lúsakríggj, og verður tað mánadagin í næstu viku, 31. januar 2011.
- Fyri at steðga smittuni av lýs er neyðugt, at øll børn verða kannað sama dag. Tí fara vit við hesum átaki at heita á foreldur um at kemba barni teirra mánadagin 31. januar, sigur Gigni í tíðindaskrivi.
Kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur á www.gigni.fo
www.apotek.fo