Kríggj kostar arbeiðspláss

Ein frágreiðing, sum tey størstu amerikansku flogfeløgini hava skrivað, sigur, at eitt kríggj millum USA og Irak kann fara at hava við sær, at umleið 70.000 starvsfólk hjá feløgunum missa arbeiðið.
Í frágreiðingini mæla feløgini stjórnini í Washington til at veita feløgunum eitt ella annað slag av endurgjaldi, verður kríggj. Nevnt verður, at eitt hugskot kundi verið at lækkað skattin hjá feløgunum, eins og tað almenna kundi tikið stig, so raksturin kundi verið bíligari.
Amerikansku flogfeløgini hava havt stórar fíggjarligar trupulleikar síðani atsóknirnar tann 11. september í 2001.