Kríggj kann vera neyðugt fyri at fáa frið

Barack Obama, forseti, fekk í dag Nobel-friðarheiðurslønina. Í takkarrøðuni vardi hann avgerð sína at senda fleiri hermenn til Afghanistan. Fleiri hava funnist at avgerðini hjá norsku Nobel-nevndini at lata Barack Obama ársins friðarheiðursløn, tí tey halda ikki, at hann hevur heiðurin uppibornan.

Í takkarrøðuni í dag segði Obama, at stundum kann tað vera neyðugt at brúka makt, og at tað ber ikki til at samráðast við al-Qaeda um frið.

-Vit eru ikki før fyri at útrudda harðskap og lógloysi í okkara livitíð, segði Obama millum annað í takkarrøðuni.