Kríggj í flóttafólkalegu

55.000 flóttafólk eru fangaði í flóttafólkaleguni Ain Al-Hilweh í Libanon, nú kríggj er brostið á millum hernaðarligar bólkar í leguni.

55.000 palestinar búgva í flóttafólkaleguni Ain Al-Hilweh í Libanon, skrivar VG. Seinastu dagarnar hava ógvusligir bardagar verið millum vápnaðar bólkar í leguni. Uttanfyri leguna stendur libanesiska løgreglan. Hon hevur strangt eftirlit við, hvør fer inn ella út, men sjálv setur hon ikki fótin inn um. Ei heldur nú granatir verða skotnar og roykurin stígur yvir tekjunum.

 

Libanesiska stjórnin hevur gjørt eina avtalu við palestinskar myndugleikar, um at tað eru palestinar sjálvir, sum hava ábyrgdina av trygdini í leguni. Tað er palestinska trygdarløgreglan, sum nú er endað í vápnaðum bardaga við tað, hon kallar víðgongdar bólkar í leguni.  

 

Hesir bólkarnir, sum eru knýttir at yvirgangsfelagsskapum sum IS, hava tikið ræði á einum øki í leguni, men tá teir fríggjadagin ætlaðu at víðka um økið, svaraði løgreglan aftur. 

 

Trý fólk eru dripin í bardøgunum, meðan sjúkrabilar koyra pendulfart millum flóttafólkaleguna og eitt sjúkrahús har í nánd.