?Vandin er størstur, tá vápnini tiga?.
Hesi gomlu vísdómsorðini hjá einum royndum tíðindamanni vórðu enn eina ferð prógvað í Afghanistan í síðstu viku, tá fýra tíðindafólk vórðu myrd á vegnum millum Kabul og Jalalabad. Hetta var annars eitt øki, sum Taliban hevði mist valdið á. Men royndirnar hava víst, at satt lógloysi valdar í stórum pørtum av Afghanistan, og at eingin myndugleiki hevur eftirlit við tí, sum hendir.
Tey fýra tíðindafólkini vóru á veg úr Jalalabad til Kabul. Tey vóru í einum bilafylgi við tíðindafólki. Á vegnum steðgaðu seks vápnaðir menn teimum átta bilunum. Tey, sum sluppu livandi frá álopinum, greiddu frá, at teir seks menninir gjørdust í øðini, tí italska tíðindakvinnan Maria Garzia Cutuili, var ber um høvdið. Hon og tríggir felagar hennara, sum vóru í næstfremsta bilinum, fingu boð um at fara úr út. Síðani fingu tey boð um at koma við teimum vápnaðu monnunum oman at einum áarbakka, har menninir skutu tey fýra - eitt fyri og annað eftir. Tey fýra bóðu um grið, men uttan úrslit. Teir báðir bilførararnir sluppu við lívinum, tí teir dugdu at endurgeva úr Koranini.
Tann syndarligi tilburðurin á vegnum millum Kabul og Jalalabad elvdi til eina samanrenning av ótta og øði millum tey nógvu útlendsku tíðindafólkini, sum eru í Afghanistan. Tey fýra høvdu drúgvar royndir sum krígstíðindafólk, og soleiðis var eisini við teimum trimum, sum vórðu skotin norðan fyri Kabul tann 11. november. Teir tríggir tíðindamenninir sótu uppi á einum stríðsvogni hjá Norðursamgonguni, tá Taliban-hermenn brádliga fóru at skjóta. Frammanundan høvdu teir fingið at vita, at her var trygt at ferðast, tí Taliban-herurin var flýddur. Men so var ikki.
Og nú um dagarnar kravdi kríggið í tíðindini úr Afghanistan enn eitt mannalív. Hesaferð var tað ein myndamaður hjá svenska sjónvarpinum TV4, sum doyði, tá brotsmenn brutu inn, har hann búði.
Váðaðu lívið
Tveir av tíðindamonnunum, sum doyðu tann 11. november, arbeiddu hjá stóru bretsku tíðindastovuni Reuter, og har heldur leiðslan ikki, at teir báðir menninir bóru seg skeivt at, tá teir valdu at ferðast saman við hermonnunum hjá Norðursamgonguni. Sagt verður, at næstan 200 onnur tíðindafólk komu til Kabul saman við hermonnunum hjá Norðursamgonguni.
Men mannarættindaleiðarin hjá altjóða tíðindafólkafelagsskapinum IFJ heldur, at tíðindamenninir hjá Reuter og felagar teirra settu lívið í váða.
- Vegurin millum Jalalabad og Kabul er víðakendur, tí nógvir brotsmenn gera um seg har, Tí áttu tíðindafólkini at havt vápnaða verju við sær, sigur Sarah de Jong. Talsmaðurin hjá Reuter, Adrian Duffield, er partvíst samdur við henni, men vísir tó á, at júst tað at hava vápnaða verju hevur ofta víst seg at gera ilt verri.
IFJ heldur, at umleið 1300 tíðindafólk eru farin til Afghanistan og tess grannalond at greiða frá krígnum, og Sarah de Jong heldur, at kappingin millum tey nógvu tíðindafólkini hevur verið medvirkandi til fleiri vandamiklar tilburðir.
? Fleiri av hesum tíðindafólkunum vóru ongantíð farin til Afghanistan, um tað ikki var tí, at tað ráddi um at kappast við aðrar fjølmiðlar, sigur hon. Hon leggur kortini dent á, at altjóða tíðindafólkafelagsskapurin tekur undir við, at tíðindafólk fara til lond, har kríggj er, men treytin er sjálvandi, at tey eru nóg væl fyrireikað, sigur Sara de Jong.
Saknaði kríggið
Tað eru eisini tey, sum spyrja, hvat tað er, sum fær tíðindafólk at fara til lond ella landspartar, har kríggj er. Norski professarin Rune Ottosen heldur, at nógv tíðindafólk gera tað, tí tey vilja hava fatur á teimum týdningarmestu tíðindunum.
Men tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir. Tað verður ofta sagt um krígstíðindafólk, at tey fáa seg ikki til at gevast. Kendi bretski tíðindamaðurin Anthony Loyd var tíðindamaður í krígnum í Bosnia. Eftir kríggið skrivaði hann eina bók, sum hann nevndi ?My war gone by, I miss it so? (?Kríggj mítt er av, eg sakni tað so..:?) - eitt heiti, sum sigur at kalla alt.
Nógv tíðindafólk síggja kríggj sum ein tilburð, ið kann geva teimum eitt skump framá, og tað er alment kent, at nógv tíðindafólk eru vorðin kend eftir at hava greitt frá tilburðum í krígsherjaðum londum. Í USA hendir javnan, at sjónvarpsstøðirnar kappast um at fáa fatur á tíðindafólkum, sum hava víst serligt dirvi í arbeiðinum, tí hjá leiðslunum ræður um at vinna sjónvarpskríggið. Hetta ørkymlar altjóða tíðindafólkafelagsskapin, tí slík mannagongd hevur við sær, at tíðindafólk váða meira, enn gott er.
Og stundum ov nógv.










