Kríggið í Libya hevur kostað 25.000 mannalív

Síðani teir libysku uppreistrarmenninir fóru undir bardagan ímóti stýrinum hjá Muammar Gaddafi fyri sjey mánaðum síðani, hava í minsta lagi 25.000 fólk latið lív. Onnur 50.000 hava fingið skaða. Tað sigur formaðurin í skiftisráðnum hjá uppreistrarmonnunum, Mustafa Abdel Jalil. Hann er í New York í sambandi við aðalfundin hjá ST.

Jalil sigur, at limir í stýrinum hjá Gaddafi skulu fyri rættin, men hann lovar, at teir fáa eina rættvísa viðferð har.

Í USA hevur Jalil hitt Barack Obama, forseta, og har fekk hann at vi

ta, at USA fer at skipa diplomatiskt samband við Libya ein av teimum fyrstu døgunum.