Kríggið kann byrja í nátt

Eru Saddam Hussein og synir hansara ikki farnir úr Irak klokkan eitt í nátt, verður kríggj.

- ST hevur ikki megnað at halda sínar skyldur. Tí noyðast vit at taka málið í egnar hendur.
Tað segði George W. Bush, forseti, tá hann gjáranáttina gjørdi støðuna upp og boðaði frá, at irakski leiðarin, Saddam Hussein, fær ein seinasta møguleika at sleppa undan kríggi.
- Fara Saddam Hussein og hansara seks synir ikki úr Irak innan 48 tímar, verður kríggj, segði Bush. Tá var klokkan farin av eitt okkara tíð, og tískil rennur freistin út klokkan eitt í nátt okkara tíð.
Bush segði, at allar royndir síðani Flógvakríggið í 1991 hava víst, at tað nyttar einki at tosa við Saddam Hussein, tí hann ger ikki tað, sum altjóða samfelagið áleggur honum at gera. Forsetin segði eisini, at teir seinastu fýra mánaðarnar hava USA og onnur lond roynt at loysa Irak-málið á friðarligan hátt, men at tað letur seg ikki gera. Tí er einki annað í at velja enn at nýta hermegi, segði Bush.
Bush tók uppaftur, at Irak er ein hóttan ímóti sínum grannalondum, og at vandi er fyri, at yvirgangsmenn kunnu fáa hópoyðingarvápn úr Irak, og at teir seinni kunnu nýta tey í atsóknum at USA og øðrum londum.
- Tað hevði verið sjálvmorð at latið yvirgangsmenninar søkt at fyrst. Tí mugu vit til verka, segði Bush.
Hann gjørdi eisini eina roynd at vissa irakska fólkið um, at álopið er ikki vent ímóti teimum, men einans einaræðinum hjá Saddam Hussein. Hann mælti iraksku hermonnunum til at leggja vápnini heldur enn at berjast fyri eitt stýri, sum stendur fyri falli kortini.
Bush segði ikki, nær álopið byrjar, fara Saddam Hussein og synir hansara ikki úr Irak innan ta ásettu freistina, men hildið verður, at álopið kann byrja í teimum fyrstu tímunum aftaná t.v.s. í nátt.