60 prosent av amerikanska fólkinum halda, at kríggið í Afghanistan kostar meiri, enn tað gagnar. Tað vísir ein meiningakanning hjá Washington Post og ABC News.
Í kanningini siga 54 prosent av teimum spurdu, at USA eigur at taka sínar hermenn úr Afghanistan, sjálvt um tann afghanski herurin ikki er útgjørdur til at halda fram við bardaganum einsamallur. Kanningin vísir, at 60 prosent av teimum spurdu demokratisku veljarunum og 40 prosent av teimum spurdu republikonsku veljarunum hava hesa áskoðanina.
Eftir ætlanini skulu USA og NATO taka sinar hermenn úr Afghanistan innan árslok í 2014, og tá fær tann afghanski herurin ábyrgdina av trygdini í landinum.










