Tey flestu hava fingið eftirhondini, at stóri country sangarin Kris Kristofferson, er í Føroyum í hesum døgum.
Hann skal hava nakrar konsertir í Norðurlandahúsinum og á Reinsarínum.
Í gjár var so tann fyrsta. Hetta var ein serlig konsert, sum Kris Kristofferson sjálvur vildi gera til frama fyri barnaheimið, ið hevur eina tónleikaverkætlan, ið tey arbeiða uppá.
Peningurin, ið kom inn frá konsertini skuldi fara til tað verkætlanina hjá barnaheiminum og inn komu kr. 40.000 frá konsertini í gjár.
Bogi Andreasen, samskipari á Reinsarínum sigur, at fólk vórðu sera væl nøgd við konsertine.
- Tað byrjaði við, at dótturin og versonurin sungu nakrar sangir áðrenn Kris Kristofferson kom á pallin. Hann kom síðani upp og sang eini 10-12 sangir áðrenn hann kendi á sær, at hann ikki var væl fyri. Hann valdi tí at gevast, men eg havi ikki varhugan av, at nakar var ónøgdur.
Bogi Andreasen sigur, at tónleikurin hjá Kris Kristofferson er sera beinrakin og hvør sangur var ein søga, ið nógv kundu kenna seg aftur í.
- Eg upplivdi í gjár, at nógv sótu við tárum meðan tey lurtaðu, sigur Bogi Andreasen, ið samaumtikið heldur, at tiltakið í gjár var væl eydnað.
Dóttir Kris Kristofferson, Kelly Kristofferson, og versonur hansara, Andrew Hagar, hava ein bólk, ið tey kalla Appalachian Murder Bunnies. Tey eru við á ferðini og koma eisini at framføra saman við Kris Kristofferson.










