Skattalættar hava stóra rúmd í politiska orðaskiftinum. Tykist nú, sum allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, renna undan skattalættunum. Allir hava verið við til skattalættarnar seinastu 12 árini.Tað eiga flokkarnir at verða stoltir av.
Síðan skattatrýstið toppaði í 1994 er skatturin mest sum á hvørjum ári lækkaður. Fyri at samanbera, hava vit frá fíggjarmálaráðnum fingið samanbering av hvat fólk skuldu goldið í skatti í dag, um eingin skattalætti var komin síðan 1994.
Við óbroyttum skattatrýsti hevði eitt verkafólk við 40 tíma viku skula goldið 30.260 kr meira í skatti, enn tey gera í dag. Starvsmannaløn og hondverkarar høvdu goldið 36.587 kr meira í skatti. Lág og meðalinntøkur høvdu havt uml. kr. 3.000 minni at liva fyri um mánaðin. Ein má spyrja, hevði bót verið á borðið um hetta skattatrýst framvegis var galdandi? Nei, skattalættarnir eiga vit øll at vera stolt av.
Nú skuldi ein trú, at landskassin hevði fingið nógv minni inn. Nei, hesa tíðina eru inntøkur landskassans meir enn tvífaldaðar.
Skattalætti gevur meira vælferð
Taka vit bert seinastu 4 árini, har samgongan hevur lækkað skattin við eini upphædd, sum svarar til 240 mió. kr. Eru inntøkur landskassans minkaðar?. Nei, tvørturímóti. Seinastu 4 árini eru inntøkur landskassans vaksnar við 1.000.000 mió. Kr. Við at nýta 240 mió til skattalætta, hava vit fingið 1 milliard í meira vælferð.
Endamálið við skattalættum er, at tað skal loysa seg at arbeiða. Fólk skulu fáa “loyvi” til at brúka eitt sindur meir av sínum egnu pengum. Vit skulu fáa búskapin at vaksa. Vøkstur gevur vælferð. Skattalætti einsamallur, kann ikki geva fullan vøkstur. Uttan skattalættan bremsa vit tí framburði vit hava. Fólkaflokkurin vil, at vøksturin skal halda fram.