Petur í Gong, Formaður í Brúkarasamtakinum
???????
Seinasta snaringin í málinum um brúkaragjaldgjald á nýtslu av dankorti er nú av løgnum orsøkum vorðið til eitt trætumál millum Keypmannafelagið og Kappingarráðið. Sjálvur hugsi eg hví í ólukkan júst hesir partar eru farnir at trætast um hesi fimmti oyruni. Hevði tað ikki verið rættari um myndugleikarnir fingu avgreitt málið? Hetta kundi t.d. verðið gjørt við at slóða fyri einari føroyskari lóg um gjaldskort. Ella í ringasta føri við at biðja um at fáa ta donsku lógina setta í gildi her. Tí sum er, er eingin tílík lóg galdandi fyri Føroyar. Og tá dugi eg ikki at síggja annað enn, at peningastovnar og handlar kunnu gera sum teimum lystir.
Í donsku lógini er heilt greitt útgreinað hvussu gjald kann ásetast, og at hetta gjaldið í mesta lagi má vera kr. 0,50. Hesum lógarteksti hava føroyskir peningastovnar av fríðum vilja valt at fylgja. Teir kundu lati vera, ella teir kundu kravt kr. 5,00. Tað avgerða teir einsamallir.
Einasta fráboðan frá almennu Føroyum um gjaldskort er tá Løgtingið í 1997 samtykti ríkislógartilmæli um gomlu donsku lógina um gjaldskort, sum setti forboð móti brúkaragjaldi. Hóast hetta er danskt ábyrgdarøki, og lógin ongantíð varð sett í gildi fyri Føroyar, kunnu vit siga, at Løgtingið hevur úttalað seg. Men peningastovnar hava heldur valt at fylgja nýggju donsku lógini.
Tað kann tí tykast sum um hetta gjaldið endar sum ein kastibløka millum skiftandi partar í tí almenna kjakinum heilt til tann dag, har tann almenni myndugleikin ger sína skyldu, og fær sett í gildi eina greiða lóg um gjaldskort.