Tað hevur verið nógv fólk í býnum hetta vikuskiftið – og tað hava verið nógv full fólk fólk í býnum.
Tað er stutta niðurstøðan hjá løgregluni av náttarlívinum hetta vikuskiftið.
Løgreglan leggur stóran dent á at fyribyrgja harðskapi og sum eitt lið í hesum átakinum ímóti harðskapi, hevur løgreglan gjørt serliga nógv burtur úr at vera í býnum hetta vikuskiftið, bæði í bili og til gongu.
Endamálið er at síggjast í býnum við tí endamáli at fyribyrgja harðskapi. Og endamálið er eisini at kunna leggja uppí og skilja sundur, tá ið fólk koma til ilnar, áðrenn tað endar við harðskapi
Og tað hevur løgreglan gjørt fleiri ferðir um vikuskiftið.
Tað er tað serliga ein maður, sum skal vera fegin fyri. les meiri við at trýsta HER
Ein maður fær eisini bót fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann vísti løgreglufólkunum eina ófólkaliga longutong, og tað verður ikki góðtikið.
Somuleiðis hevur løgreglan koyrt nógv fólk til hús, sum vóru so full, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.
- Tað hendir ofta, at fólk ringja um fólk, sum liggja avdottin ymsastaðni. Serliga er tað um hesa árstíðina, tað hendir, tí tað er kalt, og tá er serliga stórur vandi fyri at liggja úti, sigur løgreglan.