Í ár eru 50 ár liðin síðan Hans Egil Joensen á Eiði keypti fyrsta lastbilin. Stór samkoma var í smiðjuni hjá teimum í hesum sambandi
Hans Egil Joensen og synir hildu í gjár 50 ára hátíðarhald. Nógv fólk vóru komin saman at halda dagin saman við teimum upp á Grind á Eiði.
Nógvar røður vóru hildnar. Edmund Joensen, løgtingsmaður, Tordur J. Niclasen, fyrrverandi borgarstjóri, Rólant Poulsen, borgarstjóri og nógv onnur bóru fram røður, har øll á sín egna hátt greiddu frá sínum hugsanum um fyritøkuna.
Nógv fokus var á, hvussu fyritøkan altíð hevur klárað seg, og nógv góðynski vóru latin í samband við krepputíðina, ið herjar heimin í dag.
Sum nakað heilt serligt hevur fyritøkan keypt ein lastbil, ið líkist tí fyrsta lastbilinum hjá Hans Egili Joensen. Merkið er ikki tað sama, men bilurin líkist heilt nógv tí fyrsta lastbilinum.
Fyrsti lastbilurin var ein Morris og hesin er ein Austin.
Fyritøkan er enn í dag ein familjufyritøka. Bæði synir og abbasynir hjá Hans Egili Joensen arbeiða í fyritøkuni.