Í dag, 12. apríl 2000, eru 15 ár síðani, at Olaf Ludvig í Havn byrjaði at koyra hýruvogn.
Hann fór undir aksturvirksemi og setti á stovn Havnar Taxi. Hann er einsamallur í fyritøkuni og hevur m.a. gjørt vart við seg við skemtiliga herrópinum: Havnar Taxi - altíð ein bil! Og tað er so satt sum tað er sagt.
Olaf sigur, at tað til tíðir er strævið at koyra hýruvogn, tí dagarnir kunnu ofta gerast langir. Mest er at gera um náttina og í vikuskiftunum.
Hóast Olaf nú hevur koyrt í 15 ár, so ætlar hann sær at halda fram enn nøkur ár, so havnarfólk framvegis hava ein bil at heita á.