Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin 25. februar er samrøða við Claus Christensen, sum er settur sum deildarstjóri hjá Würth í Føroyum. Claus sigur frá um hvat Würth er og stendur fyri, og hvussu Würth arbeiðir í Føroyum. Würth hevur síðan 1998 havt sølufólk í Føroyum.
Í sambandi við at ein frágreiðing er handað Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, frá arbeiðsbólkinum sum hon setti í august 2009 at kanna møguleikarnar fyri koyritekniskari breyt í Føroyum, er ein samrøða við Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi koyrilærara, sum saman við øðrum hevði eina ætlan um eina koyritekniskabreyt í høvuðsstaðarøkinum fyri fimm árum síðan.
Eisini er prát við Sølva Reinert Hansen frá Ferðslutrygd um at 1000 føroyingar hava fingið eitt spurnarblað frá Norðurlendska Ferðslutrygdarráðnum NTR. Sølvi sigur, at higartil eru 350 spurnarbløð komin inn aftur. Hóast freisitin er úti, vónar hann at tey sum hava fingið spurnarbløðini lata tey inn beinanvegin. Sølvi leggur afturat, at spurnarbløðini eru anonym.