Koyristólur eingin forðing

Tær fýra, sum reka handarbeiðs- og ítrivsbúðina, Diana, í Saltangará, seta tey rørslutarnaðu í hásætið. Sum eitt tað fyrsta, tá handilin flutti úr Lamba út í Saltangará, settu tær sær fyri, at tað skuldi verða møguligt hjá teimum í koyristóli at handla hjá teimum

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 

 
Fyri stuttum flutti handarbeiðs- og ítrivsbúðin hjá Dianu Jacobsen í Lamba út í Saltangará. Handilin heldur til í hølunum, har Heiðabúðin fyrr var.
                      Fyri mongum árum síðani, byrjaði Diana at handla við meturvørum í kjallara sínum í Lamba. Handilin gekk væl, og Diana fekk við tíðini tríggjar aðrar afturat sær, sum nú reka handilin saman við henni.
                      Handilin liggur soleiðis fyri, at tað eru nøkur trapputrin upp til hurðina. Men tær tríggjar gjørdu av, at eisini tey rørslutarnaðu skuldu hava møguleikan at keypa í teirra handli. Tí, sum tær siga, at hóast tú ikki kanst brúka beinini, so er einki til hindurs fyri, at tú kanst gera handarbeiði.
Eisini inni í sjálvum handlinum er hugsað um, at pláss skal vera fyri koyristólum; har er rúmligt og frítt millum hillarnar.
                      Umframt toy í meturmáli og handarbeiðs- og ítrivslutir av ymiksum slagi, selja tær eisini seymimaskinur.
                      Diana hevur í mong ár starvast sum heimahjálp, og dagliga arbeiðir hon við fólki, ið eru bundin at koyristóli. Tað ger, at tað hjá henni er heilt nátúrligt at hugsa um tey, ið ikki kunnu nýta trappur.    
                      Formaðurin í MBF, Leila Solmunde, fegnast um ta hugburðsbroyting, sum er at síggja, tá tað ræður um at gera tað atkomiligt hjá rørslutarnaðum
- Men tað vísir seg, at privatu fyritøkurnar eru skjótari at hugsa um tey rørslutarnaðu enn tað almenna, sigur hon.
Tað er byggivirkið, KBH á Toftum, sum hevur gjørt skráan, sum er úr træi og kostar smáar 20.000 krónur.