Koyrir best við 12 stampum

Klaksvík: - Eg riggi bara til í dag, men eg vænti ikki, at eg fari avstað fyrrenn aftaná Sjómannadagin, sigur 58 ára gamli útróðrarmaðurin, Magnus Andreasen í Klaksvík.

Tað er ikki nógv lív við egningarskúrarnar í Klaksvík henda fyrrapartin.

Veðrið í gjár var ikki til nakað serligt virksemi uttandura, men inni í fleiri av skúrunum tókust menn við at egna stampar.

Ein teirra var Magnus, sum einsamallur í sínum skúri var í ferð við at egna seinastu húkarnar í einum av stampum sínum.

Magnus hevur roynt mangt og hvat innan sjóvinnu, men hevur seinnu árini róð einsamallur út við báti sínum Ronja, ið er uppkallaður eftir abbadóttur hansara.

- Hetta er ein 33 føtur bátur, sum eg keypti úr Íslandi, greiðir hann frá.


Best við 12

Hjá summum útróðrarbátum er skipanin tann, at teir kunnu vera tveir ella fleiri við, tá lagt verður frá landi.

Magnus hevur kortini verið einsamallur tey seinastu árini. Tí, sum hann sigur: - Tað er so kostnaðarmikið at rógva út. Tað koyrir, men tað koyrir sera tungt.

Hann hugsar her um tær útreiðslurnar, sum eru m.a. í samband við egningina, tí hann vanliga hevur havt væl av línu við á hvørjum túri.

- Hjá mær er tað so, at eg egni bara, tá eg eri heima, sigur hann. Onkutíð hevur hann 20 stampar við til útróðrar. Til aðrar tíðir einans 12.

- Eg haldi tó, at tað koyrir best við 12 stampum, sigur Magnus.


Hvalagarnar

Nakað herfyri var hann tríggjar dagar á útróðrum. Tá hevði hann bara vanligt handilsagn, sum hann kallar tað - t.v.s. makrel, høgguslokk og saury, meðan aðrir hava brúkt gággu við góðum úrsliti.

- Eg fekk eitt sindur ta ferðina. Men tað var ikki av tí villasta, slær hann fast.

Í gjár egndi hann eisini hvalagarnar frá seinastu grindini í Klaksvík. Hetta er vælegnað til hýsu.

Men hví brúkar Magnus so ikki gágguna, tá hon tykist roynast so væl hjá øðrum.

- Gággan? Nei, hon er ikki keypandi, vísir hann á.

Teir sum royna við gággu, fiska hana sjálvir, men sum einsamallur maður er avmarkað, hvussu langt tíðin kann røkka til eisini at gera hetta.

- Nei, hjá mær blívur tað heldur tungt og dýrt.




OKKARA dagur

Leygardagin komandi verður árligi Sjómannadagurin í Klaksvík.

Henda dagin gleðir Magnus seg almikið til, tí sum hann sigur: - Hetta er OKKARA dagur.

Serliga spentur er hann til egnikappingina og togtoganina, og so til avdúkingina av standmyndini, men annars plagar hann at hjálpa til við ymiskum.

Magnus hevur eisini verið við til tílíkar sjómannadagar í Íslandi, og heldur hann tí, at teir hava stóran týdning fyri útróðrarmenninar.

- Eg vænti, at nógv fólk fara at koma til Klaksvíkar leygardagin. So vóni eg bara, at veðrið verður okkum til vildar, sigur Magnus við einum brosi.