Koyringin verður ikki ókeypis enn á sinni

Hóast lánini í undirsjóvartunlunum verða afturgoldin skjótt, verður bummgjøldini ikki tikin av

- Tað fer ikki at verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, hóast teir skjótt eru afturgoldnir.

 

Tað staðfestir Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum.

 

Sum tað stendur í aðrari grein her á in.fo, verður lánið í Vágatunlinum afturgoldið um eitt hálvt ár og lánið í Norðoyatunlinum verður goldið um fimm, seks ár.

 

Les eisini: Gongur skjótari enn ætlað at rinda skuldina aftur

 

Annars hevur nógv verið sagt og skrivað um, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, tá ið teir eru útgoldnir.

 

Men Uni Danielsen sigur, at tað verður í hvussu so er ikki fyribils, at bummgjaldið verður avtikið.

 

Hann sigur, at tunlarnir mugu hava inntøkur til ábøtur og røkt og tað kostar einar einar 12-16 milliónir um árið at halda tunlarnar. 

 

Tað er bara tað vanliga haldið til pumpuskipan, slit, ljós og annað.

 

Men eisini stendur Vágatunnilin fyri stórum ábótum, har hann skal hann asfalterast og tað er eisini ein dýr søga.

 

Hinvegin staðfestir Uni Danielsen tað, sum liggur í politisku kortunum, er, at eisini innskotið hjá landinum skal rindast landskassanum aftur.

 

 Í lógunum fyri tunlarnar stendur, at ”Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, og P/F Vágatunnilin stendur sum eigari, verður alt anleggið, uttan viðurlag, avhendað landinum til ognar.”

 

Hetta hava summir politikarar tulkað sum at tá ið lániskuldin er afturgoldin, skulu tunlarnir handast landinum fyri einki.

 

Hetta spurdi Poul Michelsen, tingmaður fyri Framsókn, løgmann um í Løgtinginum fyri hálvum ári síðani.

 

Og tá svaraði løgmaður, at eftir lógini skal úveganarkostnaðurin gjaldast aftur bæði tann parturin, sum er fíggjaður við eginpeningi og tann parturin, sum er fíggjaður við láni.   

 

Sostatt skulu tunlarnir eisini rinda innskotið frá landinum, aftur

 

Í hesum sambandi nevnir hann, at landið hevur sett 160 milliónir Vágatunnilin og 235 milliónir í Norðouatunnilin, ella 395 milliónir tilsamans.

 

- Ongin avtala er gjørd við landið um tað enn og tí vita vit ikki um tað skal rindast aftur um 20,30 ella 40 ár, sigur Uni Danielsen.

 

Men vit byrja so ikki upp á at rinda innskotið hjá landskassanum aftur, fyrrenn tunlarnir eiga at verða útgoldnir eftir lániskjølunum, altso í 2017 hvat Vágatunlinum viðvíkur og í 2021, hvat Norðoyatunlinum viðvíkur.

 

- Hóast vit hava goldið avdráttirnar aftur nógv skjótari enn ætlað, eru tunlarnir nevniliga ikki avskrivaðir fyri tað.

 

Í so máta hevur tað ikki týdning fyri avskrivingina, hvussu nógv verður rindað í rentum og avdráttum, men tað ávirkar sjálvsagt gjaldførið.

- Men sjálvandi spara vit fitt í rentumm tá ið avdráttirnir verða goldnir og tað lata vit brúkararnar fáa ágóðan av.

 

Uni Danielsen sigur, at prísirnir fyri at koyra ígjøgnum verða altíð hildnir so lágir sum gjørligt og teir eru akkurát lækkaðir nú á nýggjárinum.

 

- Vit lækkaðu prísin tvær ferðir í fjør og tað er rættiliga avgerandi fyri okkum, at prísurin ikki verður lækkaður so nógv, at vit koma í ta støðu, at vit noyðast at hækka hann aftur.

 

- Í 2017 er Vágatunnilin sostatt avskrivaður niður í 160 milliónir og í 2021, er Norðoyatunnilin avskrivaður niður í 235 milliónir, sum eru innskotini hjá landinum.

 

Annars er tað rættiliga bíligt at koyra ígjøgnum tunlarnar, heldur Uni Danielsen.

 

- Við kubba kostar tað 25 krónur at koyra ígjøgnum tunnilin hvørja ferð og verður eitt árshald roknað um til arbeiðsdagar, kostar tað 17 krónur hvørja ferð. Men  í veruleikanum er tað enn bíligari, tí helst verður onkuntíð koyrt í vikuskiftunum eisini.