ÍF boðar í dag frá, at serbiski málverjin, Predrag Markovic, er givin í felagnum. Felagið skrivar soleiðis um avgerðina hjá Perdrag Markovic:
- Sum slaturin hevur ljóðað, so skal tað hervið verða váttað, at Predrag Markovic er givin í felagnum. Predrag, sum hevur spælt 20 dystir fyri okkum í ár, valdi eftir dystin móti TB at takka fyri seg. Høvuðsorsøkin var hon, at koyringin millum Havnar og Fuglafjørð fór við ov nógvari tíð. Vit skulu nýta høvið at takka Predrag fyri tíðina í Fuglafirði, og ynskja honum alt tað besta framyvir, skrivar felagið á heimasíðuni.
Til dystin móti KÍ, sum endaði 1-1, stóð 19 ára gamli Tóri T. Traðará í mál. Hann hevur fyri tað mesta hevur spælt við 2. deildar liðnum. Hann hevur í kvøld skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
- Tóri er úr Fuglafirði. Tað sostatt ein av okkara egnu leikarum, ið vit seta við nú. Tað skal hervið verða ynkst Tóra hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og somuleiðis verður hon ynskt góða eydnu, skrivar felagið á heimsíðuna.
ÍF spælir sunnudagin móti AB í Effo-deildini. Ein dystur, sum Rás2 sigur frá.