Koyringin við serliga grótinum úr grótbrotinum í Porkeri verður møguliga boðin út í næstum. Tilfarið úr grótbrotinum í Porkeri verður fyri tað mesta flutt til verkið í Hundsarabotni, har tað verður knúst til skerv. Fyrst verður grótið koyrt úr grótbrotinum við lastbilum, síðan verður tað flutt við skipi til Kollafjarðar, har tað verður koyrt við lastbilum niðan í Hundsarabotn.
Sjóvegis flutningurin av grótinum hevur í fleiri ár verið boðin út, og í summar varð eisini koyringin av havnaøkinum í Kollafirði niðan á verkið við Oyggjarvegin boðin út. Oyvindur Brimnes sigur, at landsverkfrøðingurin við seinastu útbjóðingini spardi 30 prosent, sammett við tað, ið stovnurin áður mátti rinda fyri koyringina áðrenn. Hann leggur tó afturat, at hørð kapping var um koyringina í Kollafirði, og tí bar til at fáa prísin so langt niður.
Nú er so bara koyringin úr grótbrotinum í Porkeri eftir at bjóða út. Hesa koyringina hava tríggir lastbilaførarar úr Porkeri røkt seinastu mongu árini.
Oyvindur Brimnes, landsverkførðingur, sigur, at í løtuni verður arbeitt við, hvat skal vera av koyringini úr grótbrotinum í Porkeri. Hann vísir á, at stovnurin hevur sett sær fyri, at øll koyring sum frálíður skal bjóðast út, so ella so. Í samband við útbjóðing hevur landsverkfrøðingurin tríggjar møguleikar. Eina almenna útbjóðing, har øll áhuga sleppa at bjóða, eina innbodna útbjóðing, har landsverkfrøðingurin velur nøkur burturút, og harumframt kann verða biðið um framíhjáboð (eisini nevnt undirhondsboð, blm.), har stovnurin bjóðar arbeiðið kann samráðast við í mesta lagi tveir útbjóðarar. Oyvindur Brimnes sigur, at enn hava tey ikki tikið støðu til, hvør loysn verður vald, men arbeitt verður við málinum í løtuni.
Landsverkfrøðingurin sigur, at tað áður hevur verið vanlig mannagongd at biðja fólk á staðnum gera ymsu arbeiðini fyri stovnin, og síðan hava partarnir avtalað ein fastan prís. Men hann vísir á, at landsverkfrøðingurin millum ár og dag hevur fingið nógvan kritik av hesi mannagongd, og við hesi mannagongd kann tað tíðum vera vera trupult hjá stovninum at grundgeva fyri, hví ávísir fáa arbeiðini hjá landsverkfrøðinginum. Hann sigur, at kostnaðurin er fremsta grundgeving fyri at velja ein útbjóðara fram um ein annan, og tí er tað gongdin innan stovnin at fáa øll arbeiði boðin út, og leggur afturat, at í fleiri førum kann ein útbjóðing eisini spara stovninum nógvar pengar.
Oyvindur Brimnes veit ikki um ónøgd frá øðrum lastbilaførarum í samband við at teir tríggir lastbilaførarir úr Porkeri hava røkt koyringina úr grótbrotinum seinastu mongu árini. Hann vísir á, at stovnurin nú fyrst má fara at kanna, hvør háttur er rættastur at nýta í samband við at bjóða úr koyringina í Porkeri. Tað vil siga, um koyringin skal bjóðast út alment, ella at rættast er at royna aðrar møguleikar, sum stovnurin hevur í samband við útbjóðing.
Kemur illa við
Tíðindini um at arbeitt verður við at bjóða út koyringina úr grótbrotinum í Porkeri kemur illa við hjá teimum trimum lastbilaførarunum, sum hava røkt koyringina síðstu mongu árini.
- Tað kemur stak illa við, tí hjá tveimum av okkum er hetta einasta koyring, vit hava, sigur Poli Sørensen, sum hevur koyrt grót úr grótbrotinum síðan tíðliga í áttatiárunum. Sjálvur hevur hann krana á sínum bili, og tí hevur hann møguleika til at fáa okkurt smávegis av øðrum arbeiði.
Poli Sørensen vísir á, at tað frammanundan er lítið at koyra í Suðuroynni, og at bilarnir úr Porkeri fáa eingi arbeiði aðrastaðni í oynni.
- Eg veit ikki hvat tað er, men støðan er tann, at vit úr Porkeri sleppa ikki at koyra aðrastaðni í oynni, og tí hava vit bara koyringina úr grótbrotinum at dúva uppá, sigur Poli Sørensen. Hann leggur afturat, at missa teir koyringina, so er bara eitt at gera, og tað er at selja bilarnar.
Teir tríggir lastbilaførarnir í Porkeri hava sum er eina fast avtalu við Landsverkfrøðingin, har teir fáa tíggju krónur fyri hvørt tonsið, sum teir koyra úr grótbrotinum oman til grótbátin, sum flytir tilfarið norður á Kollafjørð. Poli Sørensen vísir á, at teirra bilar eru ikki so stórir og lasta ikki so nógv, og tí kann tað vera trupult at kappast við aðrar størri bilar, um arbeiðið verður boðið út. Bilarnir, sum koyra grót úr grótbrotinum, lasta upp í 12 tons, og við tí koyring, sum er í dag, røkkur tilboðið til eina vanliga tímaløn, sigur Poli Sørensen.
Tíðindini um útbjóðingina av koyringini fella heldur ikki í góða jørð í bygdaráðnum í Porkeri. Eli Petersen, borgarstjóri sigur, at kommunan av fullum huga stuðlar teimum trimum monnunum, sum í dag hava koyringina um hendi. Eli Petersen vísir á, at flutingurin av grótinum gongur gjøgnum bygdina, og vegurin er als ikki gjørdur til tílíka tunga ferðslu ? heldur ikki til lastbilarnar sum í dag koyra grótið oman á havnaøkið.
- Bygdarráðið hevur frætt, at tað er í umbúna at bjóða koyringina út, og tí hava vit boðað lastbilaførarunum úr bygdini frá, at vit stuðla teimum, sigur Eli Petersen, sum kennir seg sannførdan um, at missa teir tríggir lastbilaførarnir koyringina úr grótbrotinum, so missa teir sítt livibreyð, tí annað arbeiði fáa teir ikki í oynni.
Helst ikki í ár
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur, sigur, at í løtuni verður kannað, hvør møguleiki er bestur at royna í samband við eina komandi útbjóðing av koyringini úr grótbrotinum í Porkeri. Men enn væntar tó nakað í, og tí roknar Oyvindur Brimnes neyvan við, at arbeiðið verður boðið út í ár.