Koyring uttanlands

Hetta er tíðin tá nógv fara av landinum at ferðast við bili. Viðvíkjandi koyring uttanlands er nógv at taka atlit til, og lógirnar eru ymiskar í teimum ymisku londunum í Evropa.

Í fleiri londum í Evropa er promillumarkið 0,5, men t.d. í Norra og Svøríki er markið 0,2 og í fleiri londum í fyrrverandi Eysturevropa er promillumarkið 0.


Bøturnar fyri at tosa í fartelefon undir koyring kunnu kosta helt upp til 1300 krónur, sum t.d. í Norra. Ferðmarkið er eisini sera ymiskt í teimum ymisku londunum og bøturnar fyri at koyra ov skjótt eru stórar í nógvum londum og nógvstaðni eru automatiskar ferðkanningar. At hava tey røttu dekkini undir bilinum er av sera stórum týdningi.


Í seinasta limablaðnum hjá FDM, Motor, eru fleiri góð ráð til bilførarar, sum fara uttanlands at koyra. Her eru yvirlit yvir hvussu stórar bøturnar eru fyri at tosa í fartelefon undir koyring og um ferðmarkið í teimum ymisku londunum í Evropa.