Havn: Tað er ein sjáldsom sjón, ið møtti fólki seinasta leygardag.
Oman gjøgnum Landavegin kemur ein so langur riðil av motorsúkklum, at hann er nærum ógjørligur at telja.
Onkur byrjaði kanska at telja, men gavst, tá talið var farið upp um 40. Nógv meiri áhugavert var at eygleiða allar hesar snotuligu motorsúkklurnar sum, hvør vakrari enn onnur, vóru ávegis til Vesturkirkjuna.
Fyri tey MC-hugaðu mundi hetta vera ein sera vøkur og minnilig sjón, tá allar hesar súkklurnar, koyrdar av monnum og kvinnum, komu svingandi inn á økið við kirkjuna.
Mett varð ikki, at pláss varð fyri øllum motorsúkklunum framman fyri kirkjuna, og tí vórðu parkeringsøkini aftanfyri nýtt til motorsúkklurnar.
Fleiri teirra høvdu verið ein langan túr í góðveðrinum, meðan aðrar vóru komnar upp í hetta fagra fylgið á leiðini til Havnar.
Málið fyri ferðini var kortini henda kirkjan í vestara býarparti av høvuðsstaðnum. Her var nevniliga kallað inn til serstaka MC-gudstænastu.
Hóast slíkar gudstænastur eru óvanligar hjá okkum, so var tiltakið sera væl undirtikið. Einar 80 motorsúkklur vóru við í koyringini, og hundraðtals fólk valdu at leggja leiðina í kirkju hetta kvøldið.
Vaksandi bólkur
Hetta var ein av teimum meir sjáldsomu gudstænastunum. Og kanska eisini ein av teimum, sum vendu sær til ein ávísan lítlan, men kortini vaksandi bólk.
Í øðrum londum er ikki óvanligt við slíkum gudstænastum, men av tí at hetta var tann fyrsta av slíkum slagi, var ein ávísur spenningur í luftini ella rættari á føroysku landsvegunum.
At royna nakað nýtt og haraftrat eisini ótradisjonelt, hevur stigtakarin Victor Carlsen ongatíð verið bangin fyri. Tað prógvaði hann so eisini seinasta leygardag.
Hann hevur altíð dámað at skipa fyri. Tað hevur hann faktiskt altíð gjørt, sum ein tók til uttanfyri kirkjuna, meðan bíðað varð eftir at motorsúkklurnar skuldu koma fram.
Av tí at henda gudstænastan vendi sær til ein so smalan málbólk var við spenningi sæð fram til, hvussu undirtøkan fór at verða til hesa fyrstu gudstænastuna. Her kann kortini sigast beinanvegin, at hon var sera stór.
Tey mongu sum møttu til gudstænastuna nýttust bara at fara frá húsum, tá klokkuni fór at líða nakað til 18. Men fyri teir ella rættari sagt: tey sum alt snúði seg um, var hetta bert endin á einum góðum degi.
Tá tey komu til gudstænastuna høvdu tey longu verið á landsvegunum í fleiri tímar, og sóu nú við spenningi fram til hesa løtuna í Vesturkirkjuna til helst fyrstu MC-gudstænastuna nakrantíð á føroyskari jørð.
Var henda gudstænastan endin á einum spennandi degi, so var hon samstundis byrjanin til tey tiltøkini og koyritúrarnar sum eigararnir av motorsúkklum kunnu gleða seg til restina av árinum.
Langur vegur
Hvussu nógvar motorsúkklur finnast kring oyggjarnar, er okkum ikki upplýst. Men tær munnu vera fleiri hundrað.
Talið er vaksið nógv tey seinnu árini, og fer helst at vaksa enn meiri í ár, nú tað gjørdist lættari og ódýrari at fáa tær inn í landið á nýggjárinum.
Í øllum førum var alt gjørt fyri, at so mangar av hesum sum tilbar kundu verða við leygardagin.
Undan gudstænastuni vóru boð send út um hetta fyrsta tiltakið av slíkum slagi. Miðað varð eftir at fáa so nógvar motorsúkklur við í tiltakið sum gjørligt.
Sum ein part av tiltakinum var skipað soleiðis fyri, at motorsúkklurnar skuldu hittast á ymiskum støðum og síðani koyra saman til Havnar.
Eitt av hesum støðum var norðuri við Streymin, har ein ta einu løtuna kundi síggja einar 40 motorsúkklur og eigarar teirra práta hugnaliga saman.
Tá klokkan fór at nærkast tíðini, tá rættast var at leggja til brots á ferðini til høvuðsstaðin, fór øll henda gardan av skínandi blonkum motorsúkklum eftir Brúnni um Streymin og settu síðani kós til Kollafjarðar og hagani til Havnar.
Sohvørt sum teir nærkaðust høvuðsstaðnum løgdust fleiri og fleiri motorsúkklur aftrat fylginum.
Sól og kavaæl
Eins og tað er við øllum tiltøkum her á landi so spælir veðrið ein avgerandi leiklut í, hvussu hetta eydnast.
Ikki kann sigast annað, enn at fyriskipararnir vóru sera hepnir henda dagin. Sjáldan hevur veðrið verið so lagaligt sum henda dagin til ein slíkan koyritúr við motorsúkklum.
Sólin skein oman og niðan, hóast hitastigini bert vóru um tey fimm. Hetta bilti tó ikki huginum hjá teimum mongu motorsúkklukoyrarunum at halda á til Havnar. Hevur ein góð klæði, so eru veður og kuldi eingin forðing.
Kanska var tað ikki av leið hjá teimum at vera væl ílatin henda dagin. Tað ótrúliga hendi nevniliga, at hóast sólarhitan so vórðu tey møtt við kavaælingi í Kollafirði.
Hetta bilti tó einki, men var kanska meiri at meta sum ein eyka uppliving á hesum fyrsta stóra túrinum í ár.
Vøkur sjón
Úr Kollafirði gekk leiðin síðani móti Havnini. Koyrt varð eftir vestara ringvegi og oman eftir Landavegnum, har Vesturkirkjan stendur.
Tað vóru helst mong sum undraðu seg fyrst, men síðani frøddust um at síggja allan henda skaran av blonkum og fagurtlittum motorsúkklum ávegis til Havnar.
Tað er ikki á hvørjum degi at ein møtir slíkari sjón, men kanska verður ikki so long tíð, til okkurt líknandi tiltak sum hetta verður endurtikið.
Uttanfyri Vesturkirkjuna var longu nógv fólk komið. Tey sluppu ikki inn beinanvegin, tí ein brúðarvígsla var á skránni.
Tá so brúðarparið kom út úr kirkjuni vóru tey møtt av teimum, sum tey kendu, men eisini av einum hópi av monnum og kvinnum í tí eyðkenda svarta og heita búnanum hjá røttum bikers.
Hetta var uttan iva við til at gera dagin enn meiri hátíðarligan fyri hetta nýgifta parið.
Nú var so klokkan vorðin 18 og tá kirkjuklokkurnar fóru at ringja, var henda fyrsta MC-gudstænastan byrjað.









