Koyrilíkindini: Í hvirlunum upp í 28 m/s

Landverk segði um koyrilíkindini fyri løtu síðani, at í hvirlunum er nógvur vindur, upp í 28 m/s:

 

 

 

Gjáarskarð - kl. 20:20 Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s

 

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 20:20 Skrið, í hvirlunum upp til 27 m/s

 

Høgareyn - kl. 20:20 Skrið, í hvirlunum upp til 28 m/s

 

Porkerishálsur - kl. 20:20 Skrið, í hvirlunum upp til 25 m/s

 

 

 

Arbeiðið at rudda Elduvíkarvegin er í gongd. Ferðslan varð leidd ígjøgnum kl.17:30 - 18:00 í dag. Síðan varð vegurin stongdur aftur fyri allari ferðslu. Ferðslan verður leidd aftur ígjøgnum í morgin, mánadagin 28. februar, frá kl. 07:00 - 08:00. Síðan verður vegurin stongdur aftur fyri allari ferðslu.