Koyrilíkindini eru einki serlig

Landsverk boðar í kvøld frá bæði nógvum vindi og hálku

Koyrilíkindini eru einki serlig í kvøld. Sambært heimasíðuni hjá Landsverk er tað framvegis nógvur vindur í hvirlunum, og so er tað eisini hálka kring landið.

Á lv.fo verður sagt soleiðis:

Boðað verður frá nógvum vindi:
Gjáarskarð - 20:57 Stívt andøvsgul, Í hvirlunum upp til 27.8 m/s
Gøtueiði - 20:57 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 29.0 m/s
Oyndarfjørður - 20:57 Hvassur vindur, Í hvirlunum upp til 29.1 m/s
Høgareyn - 20:57 Skrið, Í hvirlunum upp til 31.7 m/s
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - 20:57 Stormur, Í hvirlunum upp til 36.6 m/s

Hálku fráboðan::

Gøtueiði - 20:57: Roknast kann við hálku .
Oyndarfjørður - 20:57: Roknast kann við hálku
Runavík - 20:58: Roknast kann við hálku
Norðskálatunnilin - 20:57: Roknast kann við hálku

 

Mynd lv.fo

Myndin sigur, at tað í kvøld er avkavað á Oyravegnum í Klaksvík. Vindferðin er 8,9-22,2 metrar um sekundið. Hitin í luftini var klokkan 21 5,8 stig og á vegnum 1,4 stig.