Sum eina roynd fer ein av koyrilærarunum í Havn, Benny Ejdesgaard, at bjóða frálæru í koyring við prutli, umframt undirvísing í ferðsluteori Sum er krevst eingin undirvísing í at koyra prutl. Hetta heldur Benny Eidesgaard vera skeivt og vandamikið, tí prutlførarar í útgangsstøðnum ikki vita nakað sum helst um til dømis víkiskyldu. Koyrilærarin heldur, at tað er reint hepni, at tað ikki henda fleiri vanlukkur, har prutl eru uppií.
Benny Eidesgaard vónar, at foreldur til ung, ið vilja ogna sær prutl, fara at taka av tilboðnum um undirvísing, áðrenn tey ungu verða slept út í ferðsluna.
Undirvísingin í prutlkoyring byrjar 16. apríl. Bæði skúlavognur og prutl fara at vera frámerkt, meðan prutlvenjingin fer fram.