Símun hevði frammanundan, sum so mangir aðrir, virkað sum koyrilærari uttan prógv, men nú settu myndugleikarnir krav um prógv, til teir sum ynsktu at halda fram.
Hann var tann fyrsti, sum fekk prógv til bæði persónbil og motorsúkklu, og virkar hann framvegis sum koyrilærari, tó serliga til motorsúkklu. Til koyrilærararoyndina hjá Símuni sat Jógvan Sundstein við rattið sum næmingur.
Tveir synir hjá Símuni eru í dag koyrilærarar, Manni og Ólavur.