Koyrilærarar á skúlabeinki

Nýtt frálætutilfar er á veg til teirra, sum hereftir skulu taka koyrikort

Hvat er miðfløttarmáttur? Ein slíkan spurning, hava tey ið tóku koyrikortið kunnað fingið sum ein part av skrivtligu royndini.
Nógv hava havt trupult við at skilja øll tey føroysku orðini, og hava tí havt ilt við at svara spurninginum, av teirri einfaldu orsøk, at tey ikki vistu hvat hetta orðið merkti.
Men nú er liðugt við hesum. Nýtt frálærutilfar skal nú brúkast, og har verða slík orð sum hetta tikin út, og meiri vanlig orð sett í staðin: Har spurningurin "Hvat er miðfløttarmáttur?" fyrr stóð at lesa, skulu næmingarnir nú svara uppá sama spurning, men við øðrvísi og meiri skiljandi orðum: "Hvat er sentrifugalkraftin?".
Nevnast kann, at speedari nú ikki longur fer at eina skyndil,  men altso speedari!

Á skúlabonk
Skulu lærarar í fólkaskúlanum hava nakað nýtt at læra frá sær, so er neyðugt at teir fara á skeið við jøvnum millumbilum.
Vinnumálaráðið hevur nú framt broytingar í ferðslulógini, har broytingar eisini eru gjørdar í kunngerðini um koyrikort. Og her ger tað seg galdandi hjá koyrilærarum, sum hjá lærarum í fólkaskúlanum:
Teir noyðast eisini á skúlabonk viðhvørt - soleiðis at støðið í undirvísingini hjá teimum, sum taka koyrikortið er í lagi, og ikki minst at undirvísingin er eins frá einum lærara til annan.
Herfyri vóru 18 koyrilærarar á skeiði í Havn, har teir m.a. fingu kunning um ta nýggju lærubókina, sum nýtast skal tá koyrikortið skal takst.
Her er talan um frálærutilfar, sum alla tíðina kann  og skal!  verða dagført. Hetta verður nevniliga gjørt við einum ringbindi, hvørs tilfar verður dagført regluliga. Á henda hátt verður tilfarið altíð á hægsta støði.
sb.