Tveir koyrilærarar vóru í Føroya rætti mánadagin, ákærdir fyri at hava svikað við upplýsingum til Akstovuna.
Tá ið ein næmingur skal upp til koyriroynd, skal koyrilærarin lata Akstovuni yvirlit yvir, nær næmingurin hevur verið til teori, og nær hann hevur koyrt.
Annar koyrilærarin kom ein dag á Akstovuna við yvirlitinum yvir tímarnar hjá einum manni, sum skuldi til roynd, men Akstovan hevði illgruna um, at næmingurin ikki var heima, tá ið hann var skrivaður at hava verið til koyriundirvísing.
Koyrilærarin noktaði fyri at hava svikað, men viðgekk at hava skrivað nakað skeivt.
Koyrilærarin vardi seg við, at næmingurin hevði spurt um at taka teoriskeið millum tveir túrar, men tá ið hann spurdi, visti hann ikki, nær hann fór at verða heima.
Tað var í lagi.
Koyrilærarin hevði eitt skeið fyri fleiri næmingum í november. Hin fekk stakundirvísing.
Gloymdi
Koyrilærarin segði, at hann hevði gloymt at skriva upp, nær hesin næmingurin hevði havt tímar og skrivaði so somu dagar sum hjá hinum.
Á Akstovuni fekk koyrilærarin at vita, at hetta ikki kundi vera rætt. Tey vistu, at næmingurin ikki var heima tá, og tí fingu tey prógv fyri við at spyrja seg fyri hjá reiðarínum. Maðurin var við rækjubáti í Kanada júst teir dagarnar, koyrilærarin skrivaði seg at hava havt tímar við honum.
Koyrilærarin var við yvirlitinum á Akstovuni 24. januar í fjør, og dagin eftir kom hann við einum nýggjum yvirliti, sum segði, at maðurin hevði fingið tímar millum 7. desember 2009 og 5. januar 2010.
- Eg bað um umbering. Eg segði, at hetta var nøkulunda tað, vit høvdu koyrt, og so gav eg skrivstovukvinnuni á Akstovuni tað, segði koyrilærarin í rættinum.
Hann hevði koyrt dag um dag í desember og var so stressaður.
Dómarin spurdi, um álmanakkin hjá koyrilæraranum var til enn, men tað var hann ikki.
Bað um at fáa ávaring
Koyrilærarin hevði biðið um at sleppa at tosa við stjóran á Akstovuni, men hann hevði ikki hug at tosa. Aftaná hevði hann skrivað til stjóran og spurt, um hann ikki í staðin fyri at verða meldaður kundi sleppa við eini ávaring, men hann fekk einki svar.
Í rættinum segði koyrilærarin, at hann bara hevði ætlað at hjálpt manninum at fáa koyrikort.
- Alt kom av, at næmingurin hevði gingið og reypað í heimbygdini um, at tað bar til at taka koyrikort uttan at taka tímar. Tí trúði Akstovan, sum avvísti meg sum ein svikara.
Ein skrivstovukvinna á Akstovuni greiddi frá, at Akstovan hevði kallað bæði næming og lærara inn at greiða frá. Lærarin kundi ikki møta.
Næmingurin segði fyst, at hann hevði verið heima alla tíðina. Síðan segði hann seg hava verið heima ein part av tíðini, og til endans viðgekk hann, at hann hevði vrið burutr alla tíðina, tá ið hann stóð at hava koyrt.
Hon helt hetta vera so langt úti, at hon vendi sær til stjóra sín.
Næstan sama søga
Ákærurnar móti hinum koyrilæraranum líkjast.
Hann greiddi frá, at næmingur áður hevði vent sær til hansara, tí hann hevði verið til koyriroynd og stóð ikki royndina. Koyrilærarin bað hann koma til sín, hann so gjørdi og stóð royndina.
Summarið 2009 kom hann aftur. Koyrilærarin segði, at hann fekk einki at vita um, at maðurin hevði mist koyrikortið og fingið koyriforbað. Í teimum førum skal næmingurin hava sjey tímar í teori og átta koyritímar.
Men koyrilærarin segði seg ikki vita betur enn, at næmingurin skuldi beint til roynd, gav næminginum tveir undirvísingartímar, næmingurin fór upp til roynd og stóð royndina.
Næmingurin hevði sagt, at hann vildi hava koyrikortið avgreitt, áðrenn hann skuldi til Noregs í skúla.
- Hann var fegin um at hava staðið royndina, og mamman bjóðaði mær heim til ein kaffimunn. Eg mælti til, at hann eisini fór upp til koyriroynd, so hann kundi hava koyrikortið við sær til Noregs, segði koyrilærarin í rættinum.
Eitt mistak
Koyrilærarin tók telefonina og ringdi beint til Akstovuna. Har fekk hann at vita, at eitt mistak varð gjørt. Næmingurin hevði koyriforboð og átti tí ikki at verið sloppin upp til teoretisku royndina.
Men tað gekk ikki at sleppa upp til teoretisku royndina.
Avtalað varð so, at næmingurin skuldi fara upp til koyriroyndina, tá ið hann kom heim á jólum.
Koyriroyndin skuldi vera 20. desember.
Koyrilærarin fór á Akstovuna við undirvísingarætlanini, sum vísti, at næmingurin hevði koyrt í átta tímar.
Skrivstovumaðurin hevði illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Hann fór at kanna, um næmingurin var í Føroyum, tá ið hann varð skrivaður fyri at hava havt koyritímar. Á Facebook fann skrivstovumaðurin útav, at næmingurin ikki var komin til Føroya, tá ið hann var skrivaður fyri at hava koyrt.
Skrivstovumaðurin segði í rættinum, at hann hevði biðið koyrilæraran um loyvi at taka kopi av undirvísingarætlanini, men koyrilærarin segði nei.
Koyrilærarin segði hetta ikki vera satt. Hann hevði ikki noktað at útflýggja ætlanina. Dómarin spurdi, hvar ætlanin var, men hon var burturblivin, segði koyrilærarin.
Neistar ímillum
Rættarfundurin vísti tíðiliga, at viðurskiftini millum hesar báðar koyrilærararnar og Akstovuna eru alt annað enn góð.
Annar koyrilærarin, sum áður hevur fingið dóm fyri líknandi ákærur, segði, at teir verða jagstraðir av stjóranum á Akstovuni.
Hann og ein triði koyrilærari høvdu meldað stjóran til Ríkisadvokatin, tí fútin hevði sagt, at einki var at koma eftir. Hetta var í samband við undirvísingarætlanina, sum teir ikki hildu vera nóg góða.
Málið var eisini farið til Fólkatingsins Umboðsmann.
Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni segði, at tað ikki var av óvilja, hann ikki vildi geva koyrilæraranum ávaring í staðin fyri at melda. Akstovan hevði onga heimild til at geva ávaring heldur enn at melda.
Tá ið hann varð spurdur, um hann varð meldaður av koyrilæraranum, játtaði hann.
-.(.).. hevur meldað meg her og har. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal hava nakað við hesi málini at gera. Hesim álini eru ikki nøkur hevnd fyri, at teir hava meldað meg. Tað kundi ikki fallið mær inn, segði Jákup Jacobsen.
Teir báðir næmingarnir skulu eisini hoyrast í rættinum, og tí varð málið útsett. Annar maðurin var ikki í Føroyum mánadagin, og hin varð ikki innkallaður.
Ákæruvaldið krevur teir báðar koyrilærararnar dømdar fogsulsrevsing.