Taks velur út ávísar starvsbólkar fyri at kanna hesar nærri, um alt verður gjørt rætt eftir galdandi skatta- og avgjaldsreglum.
Seinasta hesyt boðaði Taks frá, at farið varð at hyggja nærri eftir sjálvuppgávum og roknskapum hjá koyrilærarum.
Og nú kann Taks staðfesta, at 10 koyrilærarar hava givið 2,2 mió. krónur ov lítið upp í skatti, og teir hava eisini goldið 800 túsund krónur í meirvirðisgjaldi.
Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks sigur, at farið varð undir at kanna viðurskiftini hjá koyrilærarunum m. a. av tí grund, at onkur klagaði um ymiskar prísir, og at teir, sum ikki lækkaðu prísirnar, høvdu ilt við at fara alt at mala runt. Taks hevði tó frammaundan varhugan av, at alllir koyrilærararnir ikki høvdu givið sætt upp.
Taks sleppur ikki málinum so. Eftirlitsarbeiðið heldur fram, og allir koyrilærararnir skuldu vænta at fáa vitjan av Taks.
Nú fer Taks at krevja inn peningin, sum koyrilærararnir hava goldið av lítið, og á Taks umhugsa tey at fara í rættin við skattasvikinum.