Koyrilíkindini fara at versna enn meiri

– Tað er nógv jarðrok, men tað ringasta er ikki komið enn, sigur Landsverk

– Koyrilíkindini eru vánalig

Tað eru tey stuttu boðini frá Árna Jacobsen, økisleiðara hjá Landsverki í Norðurøkinum.

 

Tað er kolandi stormur og nógvastaðni er rættiligt jarðrok og Árni Jacobsen sigur, at fyribils eru tað á teimum vanligu støðunum, at tað leikar á í løtuni. Um Sandavágshál, á Vestmannafegnum, Oyndafjarðarvegum og á Gjáarvegnum rýkur rættiliga illa á ælunum.

 

Tað er eisini er nógv jarðrok í ælunum í Sandoynni, leggur hann afturat, og samstundis er hált glerstoytt í støðum um alt landið.

 

Hann sigur tó, at bilarnir koyra og tey mæla heldur ikki frá at koyra. Hinvegin heitir hann á bilførarar um at koyra varliga og annars at brúka vit og skil.

 

Annars sigur hann, at sum veður tíðindini eru, er tað ringasta veðrið ikki komið enn, tí tað eiga vit á. Hann sigur, at tað fer at versna sum tað líður á dagin og tá ið tað verður myrkt, kann væntast at sýnið verður rættiliga vánaligt at koyra, serliga í ælunum, tá ið tað eisini rýkur illa.

 

Hann sigur, at teir gevast at grava klokkan 21 í kvøld og at tað kann henda seg, at onkrir vegir verða stongdir sum kvøldið líður.

 

– Tað er ikki nógvur kavi á vegnum, men rokið legst í ryggir, sum tað er neyðugt at grava burtur. 

 

Árni Jacobsen sigur, at tað sær út til, at tað verður í norðari parti í landinum, at tað fer at leika harðast á.