Bilar: 1. september koma nýggjastu broytingarnar í ferðslulógini í gildi, og hava hesar munandi herd krøv til bilførarar.
Eftir nýggju broytingunum, kann ein bilførari, sum koyrir skjótari enn 100 km/t í bygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 50 km/t, missa koyrikortið beinanvegin.
Somuleiðis kann koyrikortið takast beinanvegin, um koyrt verður skjótari enn 130 km/t í óbygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 80 km/t.
Um ferðmarkið er lækkað, t.d. á ávísum vegastrekkjum ella í samband við vegarbeiði, kann koyrikortið verða tikið beinanvegin, sjálvt við eini lægri ferð.
Tung akfør
Fyri tung akfør, so sum lastbilar og bussar, eru reglurnar eisini vorðnar strangari.
Førari av tungum akfari kann missa koyrikortið beinanvegin, tá koyrt verður skjótari enn 90 km/t í bygdum øki, har ferðmarkið er 50 km/t, og somuleiðis um koyrt verður skjótari enn 110 km/t í óbygdum øki, har ferðmarkið fyri hesi akfør er 70 km/t.
Tá frádømingartíðin er liðin kann førarin bert fáa koyrikortið aftur, um hann stendur eina nýggja koyriroynd í teori og koyring.
Endamálið við herdu reglunum er ein roynd at steðga tí skilaleysu koyringini, har koyrt verður so skjótt, at stórur vandi er fyri lív og heilsu hjá førara, ferðafólki og øðrum ferðandi.
Arbeiðið steðgar ikki
Lítil ivi man vera um, at tey í Ferðslutrygd eru fegin um at hesar broytingarnar nú koma í gildi.
Og landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, er eisini fegin um hetta.
- Eg eri sera væl nøgdur við, at Løgtingið tók undir við uppskotinum um at herða reglurnar fyri grov brot á ferðmørkini.
- Arbeiðið steðgar tó ikki her, tí eg havi givið umsitingini boð um at fyrireika aðrar broytingar í ferðslulógini. Hesar snúgva sera serliga um herdar frádømingarreglur, tá ungir bilførarar bróta ferðslulógina, sigur Bjarni Djurholm í eini viðmerking til broytingarnar.
Nýggj koyriroynd og treytaða frádøming
Bæði fyri løtt og tung akfør er tað framvegis galdandi, at koyrikortið verður frádømt treytað, um ferðin fer meira enn 30 km/t ávíkavist 20 km/t upp um vanliga hægstamarkið fyri ferð.
Hetta merkir, at bilførarin hevur ein treytaðan dóm hangandi yvir høvdinum í 3 ár, og harafturat skal upp til eina nýggja koyriroynd, bæði í teori og koyring. Stendur hann ikki ta royndina, missir hann koyrirættin og skal taka koyrikortið av nýggjum.
Koyrir ein bilførari t.d. 81 km/t í bygdum øki, har ferðmarkið er 50 km/t, verður koyrikortið frádømt treytað, og hann skal upp til nýggja koyriroynd.