Koyrikort til kroppin

Komandi viku fer Malan Thomsen í Tórshavn undir at hava frálæru í mensendieck-fimleiki. Hon hevur júst fingið prógv sum lærari í hesi sjálvhjálpandi fimleikagrein, og fer at virka saman við tí hiðartil einsamalla mensendieck-læraranum, Lív Dam.

Hin 43 ára gamla havnakonan, Malan Thomsen, sum seinastu mongu árini hevur starvast sum radiografur á røntgendeildini í Tórshavn, hevur verið í danska høvuðsstaðnum og nomið sær útbúgving sum mensendieck-lærari.


Ryggtrupulleikar høvdu við sær, at Malan Thomsen longu meðan hon var og lærdi til radiograf í Danmørk, fór at ganga til Mensendieck-fimleik. Heimafturkomin helt hon áfram hjá Lív Dam, ið higartil hevur verið einasti føroyingur, sum hevur havt frálæru í hesi sjálvhjálpandi fimleikagrein. Henda frálæra er farin fram í Mensendieck-hølunum hjá Lív í Niels Winthers gøtu, og tað verður í somu hølum, Malan Thomsen fer at virka.


Fyribyrgjandi fimleikur


Hevur tú vánaligan kropsburð; ert tú bognaður, situr tú skeivur, ella ert tú nívdur av vøddaspenningum, er Mensendieck-fimleikur, sambært Maluni Thomsen, rætta loysnin.


? Tað, sum er serligt við Mensendieck-fimleiki, er at talan er um persónligan fimleik, ið er lagaður til hin einstaka. Tú lærir at rætta kroppin, og gera tær røttu rørslurnar við teimum røttu vøddunum. Tað eru ikki einans fólk, ið hava eitthvørt at dragast við, ið fáa gleði av Mensendieck. Fimleikurin kann eisini vera fyribyrgjandi, sigur Malan Thomsen.


Endurtaka rættar rørslur


Fimleikafrálæran er skipað soleiðis, at áhugaði kunnu velja at vera einsamøll við læraranum, ella í bólki við í mesta lagi tveimum øðrum. Frálæran er persónliga, og tískil ber ikki til at hava fleri enn hesi trý inni í spegilskløddu venjingarhølunum.


Undir frálæruni ger lærarin ikki sjálvur fimleik, eins og vanligt er undir t.d. aerobikk. Lærarin stendur og leiðbeinir næminginum, ið venur seg við rættar rørslur við at síggja seg sjálvan í spegilinum. Til tess at røttu rørslurnar av sonnum skulu fáa fastatøkur á næminginum, verða tær endurtiknar uppí saman, og sum frálíður er rørslumyndin partur av hugaheimi næmingsins.


Tað sigst, at ein hálvur fimleikatími um vikuna er nóg mikið at fáa kropsburðin betraðan munandi.


Ikki alternativ viðgerð


Ryggtrupulleikar hava vanliga tað við sær, at fólk fara til lækna, ætla tey sær at fáa bilbukt við pínuni, ið stendst av teimum. Men Malan Thomsen sigur, at ofta er vánaligur kropsburður orsøkin til ryggtrupulleikar.


? Og tað er tað, ið Mensendieck m.a. snýr seg um; at veita hjálp til sjálvhjálp, sigur nýklakti lærarin, sum eisini veit at siga, at teir læknar, kiropraktorar og fysioterapeutar, ið kenna mensendieck-fimleikin, ráða fólki við t.d. ryggtrupulleikum til at royna Mensendieck:


? Kanska tí talan ikki er um »alternativa« viðgerð, men harafturímóti eina rørsluviðgerð, ið byggir á ta klassisku anatomiina, heldur Malan Thomsen.