Sum nú er, verður koyring við eini promillu millum 0,50 og 0,80 skilt sum promillukoyring, ið gevur treytaða frádøming av koyrikortinum. Koyring við eini promillu omanfyri 0,80 verður kallað rúsdrekkakoyring, og gevur tað treytaleysa frádøminga av koyrikortinum. Men soleiðs verður ikki framyvir.
Eftir nýggja uppskotinum verður markið millum promillu- og rúsdrekkakoyring strikað, og verður alt sum nú er omanfyri 0,50 promillu nevnt rúsdrekkakoyring. Í Ferðslutrygdarætlanini frá november 2007 varð mælt til, at markið fyri rúsdrekkakoyring varð sett til 0,2 promillu, men hevur tó landsstýrið ikki mett, at tað við verandi kanningum á økinum ber til heilt greitt at staðfesta, at úrslitið av eini lækking av promillumarkinum hevur við sær, at talið á álvarsomum ferðsluvanlukkum minkar, og verður promillumarkið tí ikki broytt.
Hóast alt, sum nú er omanfyri 0,5 promillu, verður nevnt rúsdrekkakoyring, verður revsingin framhaldandi gjørd í stigum.
Ein broyting er, at um persónur hevur mist koyrirættindini treytað vegna rúsdrekkakoyring, so verður krav sett um skeið í rúsdrekka og ferðslu, eitt RF-skeið.
Soleiðis verður strammað upp á økinum, og er ætlanin at skerpa tilvitanina um, at rúsdrekka og ferðsla als ikki hoyra saman.