Koyrihjálparskipan hjá Tesla kann nú brúkast í Danmark

Koyrihjálparskipanin "FSD Supervised" hjá Tesla hevur fingið fyribils góðkenning til at verða brúkt í Danmark.

Tað upplýsir danska Færdselsstyrelsen í tíðindaskrivi.

 

Myndugleikarnir leggja dent á, at skipanin ikki ger bilin sjálvkoyrandi. Heldur skal hon síggjast sum ein hjálp hjá bilføraran undir koyring.

 

FSD Supervised kann millum annað hjálpa við at seta ferð á bilin, bremsa, stýra og skifta koyribreyt.

 

Kortini er tað framvegis bilførarin, sum hevur alla ábyrgdina av bilinum. Tí skal førarin alla tíðina ansa eftir og vera til reiðar at taka yvir stýringina.

 

Fyribils góðkenningin er givin, meðan bíðað verður eftir einari endaligari støðutakan frá ES-nevndini.

 

Um ES-nevndin seinni velur ikki at góðkenna skipanina, verða fyribils góðkenningarnar ógildaðar eftir seks mánaðum.

 

Tesla hevur í fleiri ár arbeitt við at menna FSD-skipanina, sum stendur fyri "Full Self-Driving". Hóast navnið leggur upp til sjálvkoyring, krevur verandi útgávan framvegis, at førarin hevur fulla ábyrgd og støðugt hevur eyga við ferðsluni.

 

 

 

 

 

Tesla hevur fingið fyribils loyvi at brúka koyrihjálparskipanina FSD Supervised í Danmark. Bilførarin hevur tó framvegis fulla ábyrgd av bilinum og skal altíð vera til reiðar at taka stýringina yvir. (Savnsmynd)