Volvo eru heimskendir fyri sínar tryggu bilar, og eru teir vanliga fyrstir við øllum tí nýggjasta innan trygd í bilum. S80 hevur allar tær nýggjastu og mest framkomnu trygdarskipanirnar sum standard.
Umframt trygdina sum verjir tey ferðandi í bilinum, fæst S80 við nógvum intelligentum funktiónum, sum kunnu fyribyrgja ferðsluóhappum.
Kabinan er flott designað, alt er einfalt og smart við t.d. leðursetrum, tekkpanelum og lesilampum aftan og framman. S80 kann bíleggjast sum kundin ynskir tað og skraddaraseymast til tørvin hjá tí einstaka.
Volvo S80 fæst við hesum bensinmotorum: 2,5 litur 5 syl. við 200 hk, 3,2 litur 6 syl. við 238 hk, og 4,4 litur V8 við 315 hk. Dieselmotorarnir eru: 2,4 litur 5 syl. við ávikavist 163 og 185 hk. Motorurin stendur upp á tvørs, og bilurin verður drivin av forhjólunum. 6-trins Geartronic girkassin kann skifta bæði automatistk og manuelt.
Standardútgerðin er t.d. IDIS (Intelligent Driver Info System),
SIPS (Side Impact Protection System), DSTC (stabilitetsprogramm),
automatisk klimaskipan (ECC), WHIPS (Whiplash Protection System), sum verjir fey ferðandi, um bilurin verður ákoyrdur aftanífrá.