Tað var 14. juli í fjør, at ein ung kvinna fyrst í 20-unum rendi á ein mann í gonguteiginum í Vágsbotni, og tað kostar nýggja koyriroynd og 1.500 krónur í bót
Kvinnan kom koyrandi frá Skálatrøð, tá hon í gonguteiginum rendi á ein mann, meðan ein annar fekk síðuspegilin í armin. Ákoyrdi maðurin datt fram yvir á kølarahjálmin og rullaði síðani niður á vegin. Maðurin breyt hondliðið.
Unga kvinnan segði í rættinum, at hon ikki koyrdi skjótt, og at hon steðgaði beinanvegin. Hon segði seg als ikki hava sæð menninar og meinti, at teir mundu havt gingið við síðuna av sálvum gonguteiginum.
Maðurin, sum varð raktur í armin av síðuspeglinum, segði seg væl skilja, at unga kvinnan ikki hevði sæð teir, tí sólin blendaði so illa hendan dagin.
Yvirkoyrdi maðurin segði seg hava ringan rygg, og at blíva yvirkoyrdur hjálpti ikki upp á støðuna. Hann tók fyrivarni fyri endurgjaldi.
Dómarin dømdi ungu kvinnuna koyribann, inntil hon hevði tikið koyrikortið av nýggjum, umframt eina bót á 1.500 krónur.
Dómarin segði við ungu kvinnuna, at talan var um eitt óhapp, sum kundi henda fyri okkum øll, og at hon tí ikki skuldi taka tað so tungt. Men tá óhappið nú var hent, mátti dómarin døma sambært ferðslulógini.